KÍ høllin stendur til at bresta

Triðja og avgerandi FM finalan í kvinnuhondbólti í er í løtuni í KÍ høllini í Klaksvík, har tað er proppað við fólki.

Stjørnan fekk sannførandi byrjan, meðan Neistin hevði ilt við at finna Stjørnu málið.

Stjørnan var á odda 3-0 og 4-1, men so svaraði Neistin aftur, og miðskeiðis í 2. hálvleiki hevði Neistin strítt seg upp á 10-10.

Síðani hevur Stjørnan rættuliga fingið vind í seglini, og nú tað restar eitt korter, er Stjørnan á odda 14-10.