KÍ heldur tørn um oddasessin

Eftir tvey mál í fyrra hálvleiki snúði tað seg eftir steðgin um at vísa tol ímóti Skála, sum ikki megnaði at hótta gestirnar

KÍ er á veg av Skála og til hús við 2-0 sigri. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Klaksvíkingar hava ofta havt tað torført á Skála, og tað var ikki frítt, at teir sóu uppgávuna í kvøld at vera stóra.

KÍ skoraði beinanvegin, og eftir at leiðslan hjá gestunum stutt undan hvíldini varð økt til 2-0, var tað ongantíð ivi um, hvør fór at vinna.

Í seinna hálvleiki var dagsskráin hjá gestunum at halda tørn og varðveita bóltin. Tað eydnaðist væl.

Skálamenn hava ofta fyrr í ár víst fínt og hugflogsríkt samanspæl. Eina løtu í fyrra hálvleiki var um reppið, at teir fingu fatur á langa endanum, men í seinna hálvleiki megnaðu teir ongantíð at hótta.

2-0 sigurin ber við sær, at KÍ hevur 32 stig fyri trettan dystir. NSÍ er á øðrum plássi við 28 stigum. NSÍ eigur í annaðkvøld heimavøll ímóti AB.

Skála er á sætta plássi við fimtan stigum.

KÍ legði seg beinanvegin á odda. Innleggið var úr høgru, og aftanfyri handara stólpa fekk Patrik Johannesen náðir at temja bóltin, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin sang í nettakinum. Jóannes Kalsø Danielsen átti innleggið, og Torbjørn Grytten snittaði bóltin víðari til Patrik Johannesen.

Málið bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá KÍ, sum í góða løtu hevði tak á. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fótaði Skála sær, og tá hevði heimaliðið eina løtu betri tak á bóltinum, og tá gekk nógv fyri seg á KÍ hálvuni.

Sjey minuttir undan steðginum misti Skála í uppspælinum. KÍ fangaði bóltin mitt á miðjuni, og tað varð gjørt skjótt av. Torbjørn Grytten legði við flatari sending bóltin fram millum miðverjarnar, og har var Jóannes Bjartalíð runnin fram úr høgru. Hann sneiddi seg leysan í brotsteiginum, áðrenn hann flatt sendi bóltin framvið Karsteni Joensen og í málið, og so var 2-0 til klaksvíkingar.

Í fjúrtanda umfari skal KÍ til Suðuroyar, meðan Skála fær vitjan av HB.

Beinleðis frásøgnin á in.fo

https://www.in.fo/matches/?

 

Skála - KÍ 0-2 (0-2)

0-1: Patrik Johannesen 9.

0-2: Jóannes Bjartalíð 38.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen (Janus Svabo Samuelsen, 73.), Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller Iversen, Ólavur Mikkelsen (Haraldur R. Højgaard, 73.) – Jákup Johansen (Poul Kallsberg, 77.)

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen

Venjari: Eyðun Klakstein

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen – Simen Sandmæl (Darius Lewis, 79.), Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð, Torbjørn Grytten (Steinbjørn Olsen, 66.), Boris Dosljak (Jonn Johannesen, 83.) – Patrik Johannesen

Gult kort: Torbjørn Grytten

Venjari: Mikkjal Thomassen