KÍ hevur fingið sín málskjútta

fótbóltur

Leiðslan í KÍ hevur boðað frá, at sáttmáli er gjørdur við norska álopsspælaran Stig Edvin Asknes. Hann fær til uppgávu at gera mál fyri KÍ
26 ára gamli álopsspælarin var í síðstu viku í Klaksvík og royndarvandi, og har gjørdi hann vart við seg. Venjarin hjá KÍ segði gott fyri spælaranum, og síðani hevur KÍ samráðst við norðmannin og felag hansara.
Nú er ein avtala gjørd um, at Stig Edvin Asknes kemur til Klaksvíkar at spæla fótbólt. Hann skal styrkja um álopspartin hjá felagnum, eftir at toppskjúttin í landskappingini í fjør, Hjalgrím Elttør, fór til Danmarkar at spæla. Danski álopsspælarin Jacob Bymar, sum kom til Klaksvíkar síðsta summar, men ikki gjørdi nakað mál í landskappingini, heldur fram í KÍ í ár.