Ein 33 ára gamal danskur fótbóltsspælari, sum síðstu árini hevur spælt í Noregi, skal nú spæla fótbólt í Klaksvík. Tað veit Norðlýsið at siga ídag.
Talan er um Claes Kronberg, sum 19. apríl verður 34 ár. Hann hevur spælt 148 dystir í bestu norsku deildini. Síðsti dysturin í fremstu norsku deildini var í 2017. Í bestu norsku deildini umboðaði hann Viking í Stavanger. Í fjør spældi hann í Sandnes í næstbestu norsku deildini.
Nordlysid.fo veit at siga, at talan er um spælara, sum hevur røkt nærum øll pláss á vøllinum. Í fjør var hann fyri tað mesta høgri vongur, men flestu royndirnar hevur hann á høgra bakk, og viðhvørt hevur hann verið vongverji í vinstrui.
KÍ venjarin Mikkjal Thomassen hevur sagt, at tað hevur verið arbeitt við at fáa tveir spælarar aftrat í KÍ hópin, har hann hevur hildið tað vera brúk fyri einum vongverja í vinstru og einum miðvallara aftrat.
Fyrsti dysturin í landskappingini hjá KÍ verður um tríggjar vikur. Sunnudagin 7. mars skal KÍ spæla á útivølli ímóti B68.