Nicolaj Køhlert hevur undirskriva ein tvey ára sáttmála við íslendska felagið Valur. Tað sigur fótbóltsheimasíðan, bold.dk.
Nicolaj Køhlert spældi undanfarna kappingarár við NSÍ. Við bold.dk sigur Køhlert, at hann kom til NSÍ tí Anders Gerber var venjari, sum hann kennir væl. Hann hevði brúk fyri at spæla fast eftir eitt tíðarskeið við skaðum og lítlari spælitíð. Tað fekk hann í NSÍ, men sigur, at nú hevur hann brúk fyri at spæla á einum hægri stigi.
Nicolaj Køhlert spældi undanfarna kappingarár 26 dystir fyri NSÍ og fekk eittans mál, ið kom í einum 2-1 heimasigri ímóti B68.
Valur endaði nummar fimm í íslendsku kappingini, sum FH, sum hevur Gunnar Nielsen í hópinum, vann. Valur vann íslendsku steypakappingina og skal tískil spæla undanumfør um at sleppa í Europa League.