KÍ hevur í hesum døgum Chidiebere Nwakali úr Nigeria til royndarvenjing. 23 ára gamli miðvallarin hevur verið sáttmálabundin í Manchester City og hevur spælt við feløgum sum Sogndal og Start úr Norra, Aberdeen í Skotlandi og Kalmar í Svøríki.
Tað kemur eitt sindur óvart á í Norra, at hann nú er í Føroyum og royndarvenur. Í samskifti á Twitter, tykist eisini breið semja um at Chidiebere Nwakali er góður spælari, men kravið fyri at fáa útloyst síni evnir er motivatión.
- Hann kann verða tann besti í Føroyum, um hann er motiveraður, sigur Henrik Malde Breimyr, sum spældi saman við Chidiebere Nwakali í Start í 2016.
Eisini føroyski landsliðsspælarin, Gilli Rólantsson, letur væl at Chidiebere Nwakali. Hann hevur spælt móti honum í fleiri førum.
- Eg spældi móti honum tvær ferðir í 2017. Hann var klasse. Góðan teknikk, rennisterkur og hevur eitt gott skot, sigur Gilli Rólantsson.
KÍ hevur havt trupult við at fáa spælt Alessio Hyseni inn á miðvøllin, har hann skal fylla holið eftir spælarar sum Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic, ið eru farnir av landinum. Flytingarvindeygað letur upp 15. juni.