HB 2 bóltar
KÍ 4 bóltar
Tað var stór frøði í KÍ ferðalagnum í Gundadali í gjárkvøldið. Og tað var ikki so undarligt. Í á pappírinum torføru avbjóðingini á útivølli ímóti HB hevði tað eydnast at vinna 1-0. Harvið komu trý stig inn á KÍ kontina.
Stigini eru sjálvandi kærkomin. Fyrr í ár hevur KÍ ikki fingið fult í dystum, sum teir ivaleyst hava roknað við skuldu geva fulla úrtøku. Nú vunnu teir fult burturúr dysti, sum teir kanska hava vónað at fingið eitt stig burturúr.
Tað er týdningarmikið at eiga spælararnar, sum eru førir fyri at skjóta mál og harvið at avgera.
Á pappírinum eigur HB fleiri av tí slagnum, enn klaksvíkingar eiga. Hesa ferð var álopið mannað við landsliðsspælarunum Christian Høgna Jacobsen og Andrew av Fløtum.
HB álopið gjørdi einki mál. Onkra ferðina vóru teir tætt við. Landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, vísti onkra góða bjarging, men tað var ikki so ofta, at hann noyddist at vísa síni góðu evni. Superveteranurin Harley Bertholdsen bjargaði tvær ferðir á strikuni eftir hornasparksinnlegg, og eina ferð sendi gjøgnumbrotsstinni miðvallarin Ólavur í Ólavsstovu í tværtræið. Andrew av Fløtum rakti eina ferð í ytru síðuna á stólpanum, men ta ferðina tóktist Jákup Mikkelsen at hava tak á støðuni.
Sigursmálið syrgdi væl upplagdi Rodrigo Silva fyri beinanvegin í 2. hálvleiki. Harley Bertholdsen kastaði inn úr høgru, Rodrigo tamdi, sneiddi ímillum fleiri, og tá ið hann hevði rikið inn í brotsteigin smekkaði hann til, og bólturin sang í handara síðunetinum.
Eitt einmansavrik av teimum frægu, og einmansavrik sum bar trý kærkomin stig við sær.
Tað stóð nógv á
Landsliðsspælararnir hjá HB megnaðu ikki at skjóta mál. Tað átti KÍ kollektivið stóran heiður fyri. Hesa ferð var KÍ verjuskansin settur longri frammi á vøllinum, enn hann hevur verið fleiri ferðir fyrr í ár. Kristian á Lakjuni og Kristoffur Jakobsen vóru sera eyðsýndir á sentrala miðvøllinum, har teir bæði spældu væl og gingu undan í at stríðast.
Heðin á Lakjuni hevði tíðliga góða roynd, sum Tróndur Vatnhamar bjargaði meistarliga.
Síðstu løtuna undan steðginum vísti HB eyðkenda skjóta samanspælið, og tá høvdu teir onkrar møguleikar. Eitt nú hevði Rógvi Poulsen góðan stútara.
Eftir steðgin spílaði KÍ seg út aftur, og eftir leiðslumálið var um reppið, at klaksvíkingar øktu um leiðsluna, men rimmar skoti hjá vinstra vongverja, Sigmundi Jacobsen, brast í tvørtræið.
Sum tíðin leið, øktist HB trýstið. Men eyðkenda konseptið hjá teimum svørtu og reyða sást lítið og einki til. Høgar og langar sendingar vórðu lagdar í brotsteigin, har nógvir hvítir og bláir vóru, og har Ovi Nysted og Milan Curcic høvdu ræðið í luftkrígnum.
Klaksvíkingar ofraðu seg ein fyri allar og allir fyri ein, og teir hildu tørn.
Men tað stóð nógv á, og í yvirtíðini tóktist tað sum um, at liðformaðurin Hans á Lag javnaði til 1-1. Hann stútaði upp um Jákup Mikkelsen, bólturin rakti stongina, og á strikuni eydnaðist Ova Nysted at sparka burtur, og tá ið dómarin gjørdi seg til at bríksla fyri síðstu ferð var um reppið, at Kristian á Lakjuni økti um leiðsluna.
Tróndur Vatnhamar bjargaði, og tá ið dómarin hevði bríkslað tóktist tað ikki, at Kristian og hinir í KÍ iðraðu seg nakað serligt um misnýtta møguleikan!