Nýggi leikbólkurin TVAZZ er samansettur av ungum og gomlum yrkisleikarum í Føroyum og í Danmark, og við sínum fyrsta leikverki Køksdrotningarnar er samstarvið farið longur út um landoddarnar.
Tað er leikhøvundurin Werner Schwab, ið hevur skriva Køksdrotningarnar, ið er ein kolasvørt komedia, sum svíður og kitlar og skøvar poleraða lakkið, tá tríggjar skrindur loysa av at skræða seg um allan lort. Tað er grovt, tað er ræðuligt, tað er syrgiligt, tað er vakurt og síðst, men ikki minst tað er stuttligt, lova tey í TVAZZ.
Prikar hol á
Nýggjársmorgun 1994 við 4,1 promillu av alkoholi í blóðinum fór Werner Schwab gjøgnum ein rút og forbløddi 35 ára gamal. Mamman var vaskikona, pápin eitt loyndarmál. Werner Schwab kláraði ikki upp við mammuna, og hetta viðkvæma og listarliga begávaða barnið vaks upp í einum andaliga fátækum heimi stutt eftir 2. veraldarbardaga í Eysturríki.
Útbúgvin listamaður leitaði hann sær burtur í ein fjarskotnan dal at arbeiða. Har hitti hann fólk, sum høvdu livað so avbyrgd, at tey tosaðu eitt heilt serligt mál. Werner Swab tók hetta serliga mál til sín og við í sínum leikum. Um málið sigur hann: Málið er sum ein hali av blikkdósum bundnar uppí ein hund. Werner Scwab sigur tað ósagda hart, prikar og setur hol á tað, sum liggur undir skræðuni í einum hvørjum samfelag. Kanska hevur hann eisini eitt lítið høgg til ta føroysku muruna?, gruna leikararnir í TVAZZ.
Leikbólkurin TVAZZ er myndaður av:
Leikarar: Anniku Hoydal, Biritu Mohr, Gunnvá Zachariasen
Ljósmeistari: Egil B. H. Hansen
Tøkni: Gardar Hall
Við í hópinum aftanfyri Køksdrotningar eru pallsniðgevi úr Hamburg Petra Winterer
og ungi prísvinnandi leikstjórin úr Stuttgart Tanja Richter
Fyrsta framførslan av "Køksdrotningar" verður á Meiarínum 26. august, og spælt verður fram til 3. september