Køkugalla í Miðlahúsinum

Sunnudagin millum klokkan 16 og 18 verður sætt køkugalla í Miðlahúsinum. Tá fer Oddvør Skarðhamar at bjóða smækkiroyndir úr hennara nýggju køku- og dessertbók Vælumtókta kateringkvinnan Oddvør Skarðhamar, ið er kend fyri at gera góðan og spennandi mat til veitslur, móttøkur og blaðið Kvinnu, hevur latið sína fyrstu kókibók úr hondum. Í bókini eru uppskriftir til dessertir, køkur og onnur bakisløg. Bókin, ið eitur ?Oddvørsa køku- og dessertdreymar?, er løgd til rættis og stílað av Ingibjørg Jacobsen.

Bókin, sum varð løgd fram á vælvitjaðu lívsstílstevnuni hjá Synergi í høllini á Hálsi seinasta vikuskifti, verður eisini at fáa í Miðlahúsinum í morgin og høvi verður at fáa bókina signeraða eisini. Og aftrat hesum verður so høvi at smækka onkrar av køkunum, sum Oddvør sjálv ger til hesa hugnaløtuna í Miðlahúsinum, sunnudagin millum klokkan 16 og 18. Øll eru vælkomin