KÍ kvinnurnar taptu 4-2 í Serbia

Kvinnuliðið hjá KÍ hevur aftur í dag stríðst í europeisku kappingini suðuri í Serbia. Mótstøðuliðið í dag var heimaliðið Spartak, sum vann 4-2. Heimaliðið setti hol á longu í 2. minutti, men KÍ fótaði sær. Tá ið bríkslað varð fyri hálvleiki, var KÍ frammanfyri 2-1. Sofía Purkhús skoraði bæði málini eftir skjót mótálop.

Heimaliðið trýsti nógv, og KÍ legði stóran dent á verjuspælið, meðan dúvað varð upp á skjót mótálop.

Frá fyrsta bríkslið eftir hvíldina helt heimaliðið á at trýsta. Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið tær javnaðu, og seinnapartin av 2. hálvleiki skoraðu tær tvey mál aftrat.

Týsdagin skal KÍ spæla ímóti Glasgow City.

 

Liðugt

4-2

 

90 min.

4-2

Tove Sólheyg er komin á vøllin í staðin fyri Rannvá B. Andreasen.

 

85 min.

4-2

Tað letur ikki til, at KÍ enn eina ferð fer at megna at reisa seg, og mótstøðuliðið tykist eisini hava góðtikið trygga tvey mála sigurin.

 

80 min.

4-2

Síðstu løtuna hava Rannvá Andreasen (tvær ferðir) og Sofía Purkhus havt royndir ímóti serbiska málinum, men nú er Spartak frammanfyri 4-2. Fjórða málið skoraði J. ?ubrilo í 77. minutti.

 

70 min.

3-2

So bar tað ikki til meir. Spartak legði seg á odda 3-2 í 67. minutti. Tenkov skoraði málið. Merkisvert var tað, at málið varð skorað dygst aftaná, at KÍ fyri fyrstu ferð í 2. hálvleiki innan fyri lítla løtu hevði havt tvær royndir ímóti Spartak málinum. Eftir leiðslumálið heldur Spartak fram at trýsta.

 

65 min.

2-2

Tað er trongligt í KÍ brotsteiginum, men framvegis er støðan 2-2. Randi Wardum hevur havt fleiri bjargingar, aðrar skotroyndir eru blokeraðar, og fleiri ferðir hevur Spartak sent bóltin við síðuna av málinum. Fyrstu 20 minuttirnar av 2. hálvleiki hevur KÍ onga roynd havt ímóti Spartak málinum!

 

60 min.

2-2

Leikgongdin er tann sama. Spartal trýstir, men tíbetur hava royndirnar ímóti málinum verið óneyvar. Støðugt lúrir KÍ eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop. Nú ansa tær Sofíu Purkhús sera væl!

 

55 min.

2-2

Spartak hevur fyrstu løtuna eftir steðgin lagt fyri sum eitt satt ódnarveður - í øllum hitanum og allari sólini! Tá ið tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, eydnaðist tað at javna til 2-2. Málskjútti var Ilic. Spartak hevur fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin havt átta royndir á KÍ málið!

 

46 min.

1-2

Tær eru farnar undir 2. hálvleik. Ongar skiftingar eru gjørdar.

 

45 min.

Hálvleikur

1-2: Sofía Purkhús 41

Tær eru farnar at hvíla seg, og støðan hjá KÍ kvinnunum er góð, tí tær eru á odda 2-1. Tað var enn eina ferð Sofía Purkhús, sum skoraði. Málið fingu tær í atsókn beint eftir, at mótstøðuliðið hevði roynt seg, og skotroyndin varð blokerað.

KÍ hevur væl megnað at hildið seg til avráddu spælskipanina. Hon er, at tað skal vera stutt millum verjuna og tætt fólkaða miðvøllin. Sofía Purkhús hevur verið einsamøll á toppinum, og tað kann ikki sigast annað, enn at hon hevur megnað sín leiklut sera væl!

 

 

40 min.

1-1

Bæði so og so er tað heitt í føroyska brotsteiginum. Síðstu fimm minuttirnar hevur Spartak havt fýra royndir á KÍ málið, men tað er framvegis 1-1.

 

35 min.

1-1

Spartak hevur síðstu løtuna havt tríggjar royndir, og bein nú hevur KÍ havt fyrsta skotið ímóti Spartak málinum, síðani tær javnaðu. Eyðvør Klakstein royndi seg við skoti, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

30 min.

1-1

Kanska er serbiska trýstið á KÍ málið linkað eitt sindur. KÍ heldur framvegis tørn um javnleikin, og skotini eru ikki so tøtt á málið hjá Randi Wardum, sum tey vóru ta einu løtuna.

 

25 min.

1-1

Trýstið á KÍ málið er øgiligt. Seinastu fimm minuttirnar hevur KÍ verjan blokerað, Randi Wardum hevur bjargað, og eina ferð fór bólturin við síðuna av málinum. KÍ hevur onga roynd havt, síðani Sofía Purkhús fyri ellivu minuttum síðani javnaði til 1-1.

 

20 min.

1-1

Síðstu løtuna hevur Spartak pressað. Tvey horna eru løgd innfyri, og eitt skot er blokerað av KÍ verjuni!

 

15 min.

1-1: Sofía Purkhús 14.

KÍ kvinnurnar ætla ikki at geva seg, hóast heimaliðið kom á odda beinanvegin. Nú er javnt. Málskjútti til 1-1 í 14. minutti var Sofía Purkhús. Tað var eisini hon, sum skoraði einsamalla málið hósdagin!

 

Klokkan 16.30 fór bólturin á rull í øðrum europeiska dystinum hjá KÍ kvinnunum í hesum umfarinum. Mótstøðuliðið er Spartak, sum er á heimavølli, og byrjanin var ikki so góð hjá KÍ. Longu í 2. minutti legði N. Damjanovi? heimaliðið framum, og nú 10 minuttir eru farnir hevur Randi Wardum longu havt fleiri bjargingar, enn hon hevði allar 90 minuttirnar hósdagin!

KÍ liðið er mannað við somu spælarum sum hósdagin. Ein umskiping hevur verið soleiðis, at í dag er Sofía Purkhús í álopinum, meðan Eyðvør Klakstein er á miðvøllinum.

 

KÍ: Randi Wardum – Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Una Joensen – Sigrid Jacobsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen, Eyðvør Klakstein, Maria K. Thomsen – Sofía Purkhús