KÍ livir í FM vónini

Og í GÍ rokna teir framvegis við møguleikanum, at tað skal eydnast teimum at sleppa upp í part í Intertoto

Upptakt

Við 3?3 javnleikinum í Gundadali ímóti B36 og HB sigrinum í Runavík minkaði FM vónin hjá KÍ rættuliga nógv. Men klaksvíkingar ætla sær at vera klárar, um tað óhugsandi skuldi komið fyri, og HB tapti ímóti Skála, EB/Streymi ella TB.
Fyrsta treytin hjá KÍ er, at teir vinna allar sínar dystir. Tann fyrsti verður ímóti GÍ, og klaksvíkingar hava vant nógv í vikuni.
Hóskvøldið vóru allir átjan á vøllinum, sum hoyra til besta liðið. Rúni Elttør hevur verið sjúkur fyrra partin av vikuni. Hóskvøldið var fyrsta ferðin, at hann aftur var til venjingar.
Spurningurin er so, hvussu Kurt Mørkøre velur at blanda kortini. Sunnudagin í Gundadali var eyðsýnt, at tað eru einir tríggir ella fýra á beinkinum, sum væl eru førir fyri at vera við til at manna besta liðið. Men tað er bara møguleiki at hava ellivu á vøllinum í senn.
Kurt Mørkøre og Bjarte Vettelstad vóru ikki á besta liðnum ímóti B36. Tí hava teir møguleika at spæla við næstbesta liðnum í dag. Men so verða teir sjálvandi ikki tøkir í morgin.

Málverjin venur aftur
Hjá GÍ eru allir spælararnir tøkir. Millum hesar er Bárður á Lakjuni, sum fyrr í summar spældi á KÍ liðnum hvørja ferð. Nú skal Bárður royna seg ímóti fyrrverandi liðfeløgunum.
Síðsta sunnudag vardi Mortan Joensen GÍ málið ímóti B68. Hallur Hansen hevur gingið við koyktum fóti, men Hallur hevur verið til venjingar aftur í hesi vikuni.
? Vit hava ikki mist vónini at sleppa upp í part í Intertoto Cup. Tað verður torført í Klaksvík, og vit mugu undir øllum umstøðum hava stig við til hús, heldur Magni Jarnskor, sum longu í 1984 var fyrstu ferð á besta liðnum hjá GÍ.