Fyrsta billardkappingin í hesum billardárinum byrjar í Klaksvík fríggjadag og heldur fram leygardagin. Talan er um Haldor Holm Cup, har fimm av landsins bestu spælarum eru við. Kappingin er eitt slag av upphiting til Føroyameistarakappingina, sum byrjar seinni í ár og heldur fram næsta ár.
Tað eru í ár 20 ár síðani, at fyrsta kappingin um Haldor Holm steypið varð spæld í Klaksvík. Síðani hevur verið kappast á hvørjum ári við undantaki av ár 2000, tá eingin kapping var. Tað var Billardsamband Føroya, sum lat eitt stórt steyp til hesa kapping, sum skuldi heiðra slóðbrótandi arbeiðið Haldor Holm, sáli hevði gjørt fyri billardspælið.
Í ár eru hesir spælarar við: Kristian Sune Høgnesen, Torkild Jacobsen, Jógvan Jørgensen, Steinbjørn í Dali og Jan Müller. Seinasta ár varnn Hallur Joensen kappingina. Annars hava vinnarar hesi seinastu 20 árini verið: Jan Müller, Rene Sørensen, Eirikur Nielsen, Henrik Pedersen, Ólavur Kjølbro, Bjarni Skaalum og Kristian Sune Høgnesen. Seinastu átta árini hevur Kristian Suni Høgnesen verið mest vinnandi spælarin. Hann er farin við sigrinum annaðhvørt ár. Fyrsti vinnarin av kappingini í 1989 var Jan Müller.
Kappast verður í nýggju hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag, sum liggja millum Klaksvíkar Klubba og KÍ høllina.