KÍ er á gáttini til at hava loyst málmansspurningin í felagnum, eftir at Andras Gango ikki heldur fram. Talan er um Meinhard Joensen og Gunnar á Steig.
Tað hevur leingi ljóðað, at Jákup Mikkelsen hevur verið upp á tal, men nú váttar formaðurin í Sp/f KÍ, Jóhann Lützen, at felagið er í samráðingum við Meinhard Joensen og Gunnar á Steig fyri komandi kappingarár.
- Vit vóna at koma á mál við samráðinginum í seinasta lagi fyrst í komandi viku, sigur Jóhann Lützen.
Hann leggur afturat, at leiðslan metir tað vera týdningarmikið, at hava tveir royndar málmenn í hópinum, umframt unga Fríða Sigurdsson. Meinhard hevur seinni árini spælt við B36, meðan Gunnar á Steig hevur verið í KÍ hópinum seinnu árini.
Tveir leikarar, sum ikki hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár eru Kristoffur Jakobsen og Heðin á Lakjuni.
- Kristoffur hevur fingið eitt tilboð frá okkum, so bólturin liggur nú hjá honum. Viðvíkjandi Heðini, so vildi tað verið løgið, um hann ikki heldur fram í felagnum, leggur Jóhann Lützen afturat.
Hópurin hjá KÍ er nokk tann mest lokali av øllum í Effo-deildini í løtuni