KÍ nærri bjargingini

Vánirnar fyri at klaksvíkingar skulu sleppa undan niðurflyting úr næstbestu deildini eru betri eftir 21. umfar, enn tær vóru fyrr í dag. Seinnapartin hevur KÍ vunnið 3-1 á B36 í Gundadali. B36 er botnlið og tapið ímóti teimum næstaftastu ger, at vánirnar fyri at sleppa undan niðurflyting eru lítlar og ongar hjá B36.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Otto Jacobsen KÍ á odda. Beinanvegin eftir steðgin javnaði Bárður H. Joensen, og so leyp B36 á við nógvum fólki fyri at fáa fatur á øllum stigunum. Tað eydnaðist ikki.

John Hammer, sum síðstu ferðirnar ofta hevur verið á besta KÍ liðnum, skoraði til 2-1, og í síðstu løtu staðfesti Jákup Hansen KÍ sigurin.

KÍ sigurin gjørdist eyka søtur hjá klaksvíkingum, tá ið teir frættu, at sørvingar, sum KÍ stríðist við at fáa fatur á, høvdu tapt í Leirvík.