Kúnborg nógvar byrjanartrupulleikar

Óvanliga nógvir byrjanartrupulleikar hava forða Krúnborg í at fara til fiskiskap

Fyri tveimum vikum síðani kom nýggjasta og størsta føroyska fiskiskipið fyri fyrstu ferð til landið. Ætlanin var, at Krúnborg skuldi fara til fiskiskap nærum beinan vegin, men óvanliga nógvir byrjanartrupulleikar hava gjørt, at skipið enn ikki var sloppið til fiskiskap í gjár.

Ejler Jacobsen, reiðari, sigur, at tað er vanligt, at smávegis byrjanartrupulleikar eru at dragast við á nýggjum skipum. Men við nýggju Krúnborg hava trupulleikarnir verið fleiri enn vanligt.

Tá Krúnborg skuldi fara til fiskiskap varð funnið út av, at veiðrarnir máttu strammast betri á spølini. Hetta varð gjørt, men so fór eitt hydraulikrør. Tá hetta var umvælt fór umstýringin á høvuðsmaskinuni. Hetta brek var enn ikki rættað, tá vit tosaðu við Ejler Jacobsen í gjár. Tá var ein maður frá smiðjuni, ið hevur bygt motorin, á veg til Føroya við deilinum, ið skuldi til fyri at rætta brekið.

? Tað skuldi ikki verið so torført at rætta brekið, tá deilurin er komin, og tí vóni eg, at skipið fer til fiskiskap einaferð eftir midnátt, segði Ejler Jacobsen á middegi í gjár.

Nógvu byrjanartrupulleikarnir hava ikki gjørt, at Ejler Jacobsen hevur mist vónina. Hann vísir á, at prísurin á svartkjafti spakuliga er á veg upp eftir, og vísir hann á, at um drivið verður á at fiska, skal tað nokk fara at bera væl til at reka nýggju Krúnborg.