KÍ og B36 møtast longu í fyrsta umfari

KÍ og B36, ávíkavist nummar eitt og tvey í grundspælinum, møtast longu í fyrsta umfari í endaspælinum.

Dysturin verður nú sunnudagin í Klaksvík, hóast rættiliga tíðliga er at spáa um ein endaligan FM-vinnara, so kann dysturin fáa stóran týdning fyri bæði liðini. Sum kappingarárið higartil hevur lagað seg hjá báðum liðum, so verður B36 helst mætasti kappingarneytið hjá klaksvíkskvinnum um meistaraheitið.

B68 endaði grundspælið við fýra sigrum, og kunnu eisini tær fara at blanda seg uppí stríðið um fremstu plássini.

Feløgini í fremstu kvinnudeildini fáa stig við sær úr grundspælinum. Vinnarin av grundspælinum KÍ hevur trý stig at byrja við, og nummar tvey B36 hevur tvey stig við sær. B68, HB, GÍ fáa øll eitt stig, meðan uppflytarin úr 2. deild, Skála, byrjar við ongum stigi.

Umfar Dato   Heimalið Útilið

  1    04-08-02    HB-GÍ
  1    04-08-02    B68-SKÁLA
  1    04-08-02   KÍ-B36
  2    11-08-02    HB-B68
  2    11-08-02    SKÁLA-KÍ
  2    11-08-02    GÍ-B36
  3    14-08-02    B68-GÍ
  3    14-08-02    KÍ-HB
  3    14-08-02    B36-SKÁLA
  4    18-08-02    HB-B36
  4    18-08-02    B68-KÍ
  4    18-08-02    GÍ-SKÁLA
  5    25-08-02    KÍ-GÍ
  5    25-08-02    B36-B68
  5    25-08-02    SKÁLA-HB
  6    01-09-02    B36-KÍ
  6    01-09-02   SKÁLA-B68
  6    01-09-02    GÍ-HB
  7    08-09-02    B68-HB
  7    08-09-02    KÍ-SKÁLA
  7    08-09-02    B36-GÍ
  8    15-09-02    HB-KÍ
  8    15-09-02    SKÁLA-B36
  8    15-09-02    GÍ-B68
  9    22-09-02    KÍ-B68
  9    22-09-02    B36-HB
  9    22-09-02    SKÁLA-GÍ
  10  29-09-02    HB-SKÁLA
  10  29-09-02    B68-B36
  10  29-09-02    GÍ- KÍ