KÍ og NSÍ hittast í dag

6. umfar í Effodeildini er á skránni hetta vikuskiftið. Fyrsti dysturin verður klokkan 17 ídag. Tá fær KÍ vitjan av NSÍ.

Tað plaga at vera væl færri áskoðarar til fótbólt leygardagar enn sunnudagar í Klaksvík, men í dag verður ivaleyst øðrvísi. Tað er tunnilsdagur, og tað er skjótt og ómakaleyst hjá NSÍ viðhaldsfólkunum at fara undir Leirviksfirði. Klaksvíkingar, sum búgva aðra staðni, plaga sovornar dagar í stórum tali at vitja heimstaðin, og tá ið veðrið er gott og ættin tann rætta norðanfyri, so spælir alt við, hvat kringumstøðunum viðvíkur.

Higartil hevur tað ikki eydnast KÍ at vinna í landskappingini. Einasti týdningarmikli sigurin higartil var, tá ið NSÍ í Klaksvík legði rygg til 4-2 tap í steypakappingini.

KÍ hevur tapt tvær ferðir og tríggjar ferðir spælt javnt, og NSÍ hevur tapt tríggjar ferðir, eina ferð vunnið og eina ferð spælt javnt.

Spurningurin er, hvussu tað fer at eydnast KÍ at reisa seg eftir vónbrotið mikukvøldið, tá ið HB fór úr Klaksvík við 5-3 steypasigri. Ta ferðina var neyðugt við longdari leiktíð, og fyri KÍ var vónbrotið serliga stórt, tí tað í 1. hálvleiki við fínum spæli eydnaðist at vinna 2-0 leiðslu.

NSÍ hevur havt friðarliga viku, har fokus hevur verið á avbjóðingini í Klaksvík ídag. Spælararnir eru væl hvíldir og væl fyri.

Í KÍ leguni eru fleiri skaddir. Heðin á Lakjuni, Gunnar Christiansen, Petur Andreassen og Kristoffur Jakobsen eru skaddir, og tað er ivasamt, um Hjalgrím Elttør verður førur fyri at spæla.

Ivan Joensen var mikukvøldið fyri fyrstu ferð á besta liðnum í týdningarmiklari avbjóðing frá fyrsta briksli og hann var eyðsýndur. Hann verður á miðvøllinum í dag, og tað skilst, at tað er møguleiki fyri, at onkur annar av mongu ungu monnunum í Klaksvík í dag fyri fyrstu ferð fer at fáa møguleikan.

Rúni Gaardbo verður 23. maðurin á vøllinum, og hann bríkslar fyri fyrstu ferð klokkan 17.00

 

1. deild

Í dag

AB-EB/Streymur: Johan Petur Michelsesn kl. 17.00

HB-NSÍ: Súni Fríði Barbá kl. 15.00

07 Vestur-B71: Rói Jacobsen kl. 14.00

B68-Víkingur: Hallur Christiansen kl. 13.00

Í morgin

KÍ-Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00