Orsøkin til, at tað ikki ber til hjá árstalsfelagnum at spæla ólavsøkudyst, er tann, at B36 ólavsøkudag skal spæla Uefa Cup dyst á útivølli ímóti lettiska Metalurgs, sum fyri knappum tveimum vikum síðani vann 3-1 á B36 á Tórsvølli í fyrra dystinum sínamillum.
Tvey áhugaverd lið
Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, sigur, at hóast tað ikki liggur fyri hjá B36 at spæla ólavsøkudyst, so skulu áskoðararnir ikki snýtast fyri ein góðan dyst ólavsøkuaftan, og tí hevur felagið heitt á Skála og KÍ um at koma til Havnar at spæla, og tað hava bæði feløgini játtað.
At valið er fallið á júst KÍ og Skála er ikki av tilvild, sigur formaðurin í B36. Hann sigur, at hesi bæði feløg hava eitt sermerkt ár júst í ár. KÍ fyllir 100 ár, og harafturat hevur tað verið siðvenja at sæð klaksvíkingar í Gundadali á ólavsøku, har teir hava dystast við HB. Í ár spælir HB so steypafinalu móti NSÍ ólavsøkudag, og tí var tað náttúrligt hjá B36, at KÍ skuldi verða annað liðið í dystinum ólavsøkuaftan. Skála hinvegin hevur ikki verið at sæð í Gundadali á ólavsøku áður, men nú teir eru við í oddastríðnum í 1. deild, eru teir sjálvsagt eisini áhugaverdir.
Við at hava fingið hesi bæði lið at dystast ólavsøkuaftan, hevur tað eydnast leiðsluni í B36 at fáa eitt lið at umboða Eysturoynna í dysti móti einum liði úr næststørsta býnum í landinum. Harvið eru tað tvey rættuliga stór økir í landinum, ið verða umboðaði í dystinum á ovara vølli í Gundadali ólasvøku aftan millum KÍ og Skála.