KÍ og Skála spæla steypafinalu

Finalan í dag er tann 14. hjá KÍ seinastu 15 árini, og tí hava flestu av KÍ-spælarunum upplivað nógvar steypafinalur. Eingin av spælarunum hjá Skála hevur hinvegin spælt steypafinalu hjá kvinnu áður.

 

Lagt er upp til spennandi dyst í dag. Víst er KÍ oddalið í landskappingini, men Skála fekk fyrr í ár javnleik ímóti KÍ, og tá liðini spældu á Skála vann Kí 1-0 við máli í evstu løtu.

 

Steypafinalan millum KÍ og Skála verður spæld á ovara vølli í Gundadali í dag klokkan 13.00. Dómari er Pætur Albinus.

 

Fótbóltssambandið bjóðar kaffi í niðastu hædd í B36 húsinum í hálvleikinum.