KÍ?VB
Klaksvíkingar tevjaðu toppin sunnudagin. Tað sást eisini á áskoðarafjøldini, sum í góðveðrinum var størri, enn hon hevur verið higartil í ár. Áskoðararnir vóru sjáldsama friðarligir. Tað var ikki fyrrenn síðstu løtuna, tá síðsta ikki serliga sannførandi royndin varð gjørd at fáa málið, sum hevði verið so sera týdningarmikið, varð gjørd, at fjøldin kring vøllin fór at røra á sær, men tað hjálpti ikki.
KÍ og KÍ viðhaldsfólkini fóru vónbrotin til hús aftur. Eftir risastóra leikliga yvirvág í fyrra umfarinum og onkrar upplagdar møguleikar, var seinna umfarið rættuliga tannleyst. Tað eydnaðist ikki heimaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Og sum umfarið leið, og strongdin á heimaliðnum gjørdist størri, spøkti møguleikin, at tað í onkrum hissini mótálopi skuldi eydnast VB at fáa málið, sum teir á ongan hátt høvdu spæl og møguleikar til. Í veruleikanum var tað soleiðis, at KÍ málverjin, Meinhardt Joensen, bara eina ferð bjargaði. Tað var miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá spælandi VB venjarin, Marek Wierczbicki, sendi spakuligt fríspark flatt framvið manngarðinum.
Marek var í 2. hálvleiki ofta miðdepul, tá VB royndi at verja. Marek hevur ongantíð verið tann, sum hevur ofrað seg í nærdystunum, og tað var hann heldur ikki hesa ferð. Men hann megnaði saman við hinum VB spælarunum í 2. hálvleiki viðhvørt at varðveita bóltin og smáspæla, og tað hevði stóran týdning. Saman við tíðarspilluni, tá málspørk og innkøst skuldu takast, og tá vágbingarnir lógu meiri ella minni skaddir á vøllinum, var hetta við til at ørkymla teir á heimaliðnum.
Betra umfarið
Í 1. hálvleiki megnaði KÍ fleiri ferðir at spæla seg til møguleikar, eftir at uppspælið í borðunum hevði verið gott. Serliga í høgra borði gekk nógv fyri seg. Vágbingar høvdu ilt við at tippa í hesum borðinum, og Harley Bertholdsen var aftur hesa ferð sera væl upplagdur. Hann kom fleiri ferðir til baklinjuna, men innleggini vóru ofta ikki nóg neyv. Tað tóktist sum um, at tað frammanundan ikki var avgjørt, um bóltarnir skuldu leggjast til nærra ella handara stólpan. Tí varð ofta talan um meiri ella minni jánkasligar millumloysnir, sum óføra røsku tvíburðarnir í VB miðverjuni saman við málverjanum fingu vart fyri.
Kortini hevði KÍ í hesum umfarinum møguleikarnar, sum áttu at borið mál við sær og harvið aðrar fyritreytir fyri seinna umfarinum.
Størstu møguleikarnar fingu Harley Bertholdsen og Bárður á Lakjuni. Tann fyrri fekk púra óneyðugt bóltin fyri føturnar heilt í høgru og miðskeiðis á VB helvtini, tá vágbingar vóru á veg fram. Harley sneiddi framvið trimum, og tá hann kom á málteigarsamankomingina, smekkaði hann til, men bólturin brast í stólpan, meðan Kurt Mørkøre, sum var púra leysur mitt fyri málinum, hugdi at.
Bárður á Lakjuni hevði havt sín møguleika frammanundan. Kurt Mørkøre snittaði við høvdinum frísparksinnlegg frá Jan Andreasen til álopsfelagan, og eitt sindur kroysti Bárður á Lakjuni megnaði akkurát at lyfta upp um Bjarna Johansen, men ólukkutið fyri spentu klaksvíkingarnar stiklaði bólturin í stólpan, áðrenn verjan beindi hann av vegnum.
Ússaligara umfarið
Sum seinna umfarið leið strongdust heimamenninir alt meiri. Vágbingar syrgdu fyri, at ferðin ikki fór upp, og tað kendist sum um KÍ spælararnir ikki megnaðu at seta ferð á. Í hvussu so er bilaði tað við skjótu síðuskiftunum, sum høvdu verið sera kærkomin, tí VB flutti sítt lið so langt út í síðurnar. Tað varð roynt at fáa Hjalgrím Elttør til baklinjuna í vinstru, men tað eydnaðist ongantíð at fáa innleggini í brotsteigin, sum kundu verið lunnar undir royndum ímóti málinum.
Í kapprenningini við klokkuna varð Allan Mørkøre settur á vøllin, men hann tóktist ikki at vera serliga væl fyri. Ove Nysted varð fluttur í álopið, tá vágbingar tíggju minuttir undan leikloki mistu ein mann, men líka lítið hjálpti.
Aleksander Djordjevic spældi í miðverjuni við stórum sjálvsáliti. Tá havt verður í huga, at Allan Joensen var raskur verjukendur miðvallari hevði tað kanska verið eina roynd vert hjá KÍ at flutt jugoslavan, sum í fjør kom til KÍ sum álopsspælari, í álopið, ella kanska at flutt skjóta Hjalgrím Elttør longri fram á vøllin. Undir øllum umstøðum restaði tað ferð og dynamikkur í 2. hálvleiki. Tvær ferðir noyddist Bjarni Johansen at bjarga skotroyndum, og einar fimm ferðir ruddaði hann eftir horasparksstøður.
Tað var væl skiljandi, at vágbingar vóru hjartans fegnir um javnleikin, og at klaksvíkingar hingu við høvdinum.
Dysturin í tølum:
KÍ-VB 0-0
Dómari: Oddmar Andreasen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Jan Andreasen, Ove Nysted, Aleksander Djordjevic, Rúni Elttør ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør ? Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni
VB: Bjarni Johansen ? Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Slobodan Madzar ? Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Jón Gærdbo, Mikael í Lágabø, Mortan úr Hørg ? Dan Djurhuus, Nenad Zivanovic