Í gjár gjørdist tað alment, at KÍ hevur keypt toppskjúttan á landsliðnum, Rógva Jacobsen, úr norska felagnum Hødd, og Rógvi skal verða KÍ-spælari í øllum førum næstu tvey og eitt hálvt árini.
Leygardagin hevur KÍ almenna móttøku í Café KÍ, har Rógvi Jacobsen verður presenteraður og fær sína nýggju KÍ-troyggju, sum hann skal spæla í.
Móttøkan verður leygardagin kl. 18.00.