EUROPA CUP
Á middegi í gjár lendi stóra ferðalagið úr Klaksvík aftur í Vágum. Einki var at siga til, at tey umleið hálvt hundrað ferðafólkini og tey 27 í KÍ manningini vóru í góðum hýri. Tá tey fóru niður til Budapest týsdagin lúrdi vandin fyri, at teir bláu og hvítu rættuliga skuldu bráðna í nógva hitanum suðuri og eysturi í Europa, har KÍ á fyrstu vitjanini fyri fimm árum síðani legði rygg til 6?0 tap.
Men klaksvíkingar komu aftur úr Bukarest við røttum ryggi. Úrslitið var 1?0 til Újpesti. Heimaliðið fekk einasta málið í 37. minutti. Eftir gott uppspæl í vinstru og innlegg stóðst eitt sindur av misskiljing í KÍ verjuni, og so varð bólturin beindur í málið við handara stólpan.
? Tá tú ert venjari, so eigur tú ongantíð at vera nøgdur við at tapa. Og eg haldi, at vit við góðum rætti kunnu iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist okkum at javna til 1?1. Uppleggið hjá okkum hevði við sær, at teir høvdu bóltin væl meiri enn vit. Men hugsa vit um býtið av uppløgdum málmøguleikum, so vóru vit nærri at fáa mál, enn teir vóru. At okkara síðsta korterið megnaðu at leggja trýst á mótstøðumálið, tá hitin var so nógvur, sum hann var, sigur mær, at KÍ spælararnir eru heilt væl fyri.
Hetta sigur Kurt Mørkøre, KÍ venjarin, sum helt seg á beinkinum allar 90 minuttirnar og staðiliga undirstrikar, at góða avrikið fyrst og fremst var eitt liðavrik, har allir stríddust fyri allar.
Tá KÍ venjarin tosar um KÍ møguleikarnar, sipar hann eitt nú til tað, sum gekk fyri seg í brotsteiginum há Újpesti síðstu fimm minuttirnar.
Hjalgrím Elttør, sum hesa ferð var einsamallur í fremstu KÍ ketuni, greiðir soleiðis frá:
? Eftir hornaspark stútaði eg fyrst í stólpan. Ove Nysted var fyrstur á returbóltinum, men tíverri megnaðu teir akkurát at bjarga á strikuni. Tá vóru bara einir fýra minuttir eftir.
Kontraspæl
KÍ var í 4?5?1 uppstilling. Hjalgrím Elttør var einsamallur á toppinum, og í borðunum vóru Allan Mørkøre og Heðin á Lakjuni.
? Hinir royndu at senda rennibóltar til mín og so Heðin á Lakjuni. Onkra ferðina var um reppið, at vit komu leysir, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Í 1. hálvleiki, tá støðan framvegis var 0?0, var um reppið, at eg fekk mál. Símun Joensen stútaði frísparksinnlegg upp á tvørs til mín, men eg var akkurát ov stuttur, og so fór bólturin út til málspark, greiðir Hjalgrím Elttør frá.
Fyrsta hálva tíman var trýstið stórt á KÍ málið, og fyrstu løtuna eftir steðgin sást tað væl, at teir á heimaliðnum høvdu fingið ein orduligan vals í steðginum. Tá løgdu teir aftur trýst á. Meinhardt Joensen var ein brandur í málinum. Tríggjar ferðir bjargaði hann sera væl, og hann var góður úti í brotsteiginum.
Tá trýstið linkaði, komu klaksvíkingar, sum alla tíðina vóru væl skipaðir í verjupartinum, væl við í spælið.
? Í 1. hálvleiki royndu vit at spæla skjótt fram til Hjalgrím og Heðin. Tá sendingarnar eru so langar, so er ikki so lætt at fáa tær nóg neyvar. Tí mistu vit ofta bóltin skjótt í 1. hálvleiki. Eftir steðgin royndu vit at varðveita bóltin, og miðvallararnir og miðverjararnir megnaðu heilt væl at koma burtur úr trongum og at spæla út í borðini. Hetta hevði við sær, at tað ikki var so orkukrevjandi, sum tað hevði verið í 1. hálvleiki. Ferðin var ongantíð lág, men ordrarnir til okkara vóru, at tá tað bar til, so skuldu teir liggja og harvið vóru umstøðurnar góðar at drekka vatnið, sum tað er so neyðugt at gera undir sovornum umstøðum, sigur Kurt Mørkøre.
Fagnaðu KÍ
Heimaáskoðararnir høvdu roknað við øðrum enn spenningi um úrslitið. Tað var kanska ikki so undarligt, tá havt verður í huga, at Újpesti í 1997 vann 6?0 á heimavølli ímóti KÍ.
Tá dysturin var liðugur skundaðu heimamenninir sær undir tak. Tað varð bríkslað eftir teimum. KÍ spælararnir fóru yvir ímóti mælsku føroysku áskoðarunum at takka fyri stuðulin. Tá teir runnu av vøllinum, vórðu teir fagnaðir av heimaáskoðarunum.
Á tíðindafundinum eftir dystin ásannaði Kurt Mørkøre, at umstøðurnar hjá honum og hansara monnum, sum komu úr plássi við færri enn fimm túsund íbúgvum, ikki kundu sammetast við tær í ungverska høvuðsstaðnum. Venjarin hjá ungverska liðnum fekk nógvar næskar spurningar, og tað var heilt sjónskt, at miðlarnir hildu ikki, at avrikið hevði verið nóg gott, sjálvt um Újpesti við neyð og deyð megnaði at halda fram í kappingini.
KÍ liðið sá soleiðis út: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Aleksander Djordjevic, Rúni Elttør ? Allan Mørkøre (Harley Bertholdsen, 70.), Jan Andreasen, Jan Joensen, Símun Joensen (Bjarte Vettelstad, 72.), Heðin á Lakjuni (Erling Fles, 73.) ? Hjalgrím Elttør
Gult kort fingu Aleksander Djordjevic, Jan Andreasen og Hjalgrím Elttør.