Kæra ikki fyrningina

Skráseting Føroya ætlar ikki at kæra avgerðina hjá fútanum um, at málið mótvegis nevndini í Eik Grunninum er fyrnað

Tá kanningin av virkseminum hjá nevndini í Eik Banka var liðug í december 2013, staðfesti hon álvarslig brot á lóg um vinnuligt virksemi í grunnum.
Niðurstøðan varð latin fútanum, men fútin boðaði frá, at málið var fyrnað, og tí fær málið ongar avleiðingar fyri nevndina í Eik Grunninum.
Arbeiðið við kanningini varð byrjað í 2011, tá løgtingið játtaði 300.000 krónur til arbeiði í novembermánað. Granskingarfólkið, Eyðfinnur Jacobsen, metti, at arbeiðið fór at kosta 1,5 milliónir krónur, um tað skuldi vera nøktandi.
Av tí at játtanin á 300.000 krónur ikki var latin fyrr enn í november, náddi hann tó ikki at brúka meira enn 184.900 krónur av teimum játtaðu 300.000 krónunum.
Umbøn um eykajáttan fór síðan í tingið, men ikki fyrr enn í november 2012 vórðu fleiri pengar játtaðir til kanningina. Tá játtaði løgtingið aftur 300.000 krónur til kanningina. Tað gingu sostatt 11 mánaðir har einki hendi í málinum.
Í alt kostaði kanningin 500.000 krónur – ein triðjing av tí, sum átti at verið brúkt, um alt skuldi verið kannað sambært kanningarfólkinum.

Málið ikki liðugt kannað
Kanningin er langt frá liðug, men hóast kanningarfólkið í frágreiðingini fleiri støð mælir til, at viðurskifti vera kannaði víðari, sýtti løgtingið fyri, at játta fleiri pengar til arbeiðið.
Eyðfinnur Jacobsen skrivar í frágreiðingini, at kanningin er skerd vegna tørvandi fígging, og at hann ikki hevur havt møguleika fyri at greina hvørjar avleiðingar tað hevur havt, at nevndin ikki hevur hildið seg til lógina og endamálið hjá grunninum.
Eitt nú kann hann ikki staðfesta, at pengar mangla í grunninum vegna tí óreglusemið, sum er farið fram í Eik Grunninum, og av tí, at tað ikki er staðfest, at nakað tap hevur verið vegna óreglusemið, er einki krav um endurgjald, sum er tengt at einum tapi.
Sostatt eru tveir spurningar svaraðir: 1) er nakað revsivert farið fram? Kanningin staðfestir, at tað er tað, men málið er fyrnað. 2) er nakað tap? Men tað málið er ikki kannað, tí eingin vil gjalda fyri tað, sum tað kostar at kannað tað. Úrslitið er ein kanning, sum hevur kostað 500.000 krónur og sum staðfestir álvarslig brot á lóg um vinnurekandi grunnar, men sum ongar avleiðingar fær.

Hevur onga meining um kanningina
Stjórin í Skrásteing Føroya hevur ikki nakra meingin um, um arbeiðið átti at verið hildi fram.
- Mítt sjónarmið er sum so ikki so áhugavert. Vit hava ikki fingið játtan til meira, og so kunnu vit ikki ger meira, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Skráseting Føroya. Hann vil ikki siga, um hann heldur at kannignin er nøktandi.
Sum tann parturin, sum hevur biðið um kanningina, hevur Skráseting Føroya loyvi at kæra avgerðina hjá fútanum um, at málið er fyrnað. Men heldur ikki tað hevur nakran áhuga hjá Jógvani Thomsen.
- Fyri at kæra skulu tað vera tekin um manglandi upplýsingar ella skeivleikar, og tað hava vit ikki orsøk til at halda er galdandi her, sigur Jógvan Thomsen.
Skrásetingin heitti á Eyðfinn Jacobsen, sakførara, um at gera kanningina eftir at tað kom fram, at Grunnurin ikki leyk krøvini um solvens, sum var álagt honum av Finanstilsynet í september 2010. Eyðfinnur Jacobsen vil ikki úttala seg meira um kanningina, men vísir til Skrásetingina.


Fakta:

Eik Grunnurin
Eik Grunnurin varð stovnaður í 2002 í sambandi við at Føroya Sparikassi gjørdi av at leggja sparikassan um til partafelag eftir grunnaleistinum í bank- og sparekasseloven, sum var galdandi tá. Líknandi reglur eru í dag at finna í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed. Nevndin í EIK Grunninum hevur frá byrjan verið tann sama sum í Eik Banka P/F, tó við einstøkum undantaki eitt stutt tiðarskeið.
Endamál grunsins er sambært viðtøkunum § 4:

a) At reka virksemi í sjálvsognarstovininum Føroya Sparikassa víðari í Eik Banka P/F, soleiðis at hetta altíð verður ein kappingarførur og tryggur peningastovnur og
b) At reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum íløgur í partabrøv, aðra kapitalpartar og umbýtilig virðisbrøv í vinnurekandi virkjum av øllum sløgum.