Kæra til formannin

Tey trý, Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen hava nú kært fíggjarnevndina fyri formansskapinum í Løgtinginum.

Tey siga, at tá ið fíggjarnevndin skuldi viðgerða málið um flatan skatt og ætlanina um at skatta pensjónir við inngjald, bóðu tey um at fáa fólk innkallað í nevndina at lýsa málini betri.

Í hesum sambandi høvdu tey biðið um at umboð fyri útisiglarar, Almannastovuna

LÍV og Betri Pensjón, Elektron, Formula og NEMA, vórðu boðsend í Fíggjarnevndina at greiða betri frá úrsliti og avleiðingum av ætlanunum.

Harafturat vildu tey hava, at Fíggjarnevndin bað um tilfar frá Ríkisumboðnum, TAKS, Fíggjarmálaráðnum.

Men tað varð nokrað og tí staðfesta tey trý, at málini eru ikki nóg væl lýst og tí er ongin trygd fyri, at Løgtingið er fult upplýst í málinum, áðrenn hetta fer til 2. viðgerð.

- Eisini er komið fram undir viðgerðini, at samgongan ætlar at mótrokna óskattaða og skattaða pensjónsinntøku eins í fólkapensjónini framyvir.

- Hetta eru nýggjar upplýsingar, ið krevja, at vit fáa nýggjar útrokningar frá Fíggjarmálaráðnum uppá, hvat tílík 40% minni mótrokning í fólkapensjónini 2012-2050 fer at kosta landskassanum í størri fólkapensjónsútreiðslum.

- Ongar av hesum umbønum til tilfar ella fleiri innkallingar eru gingnar á møti.

- Hinvegin hevur samgongumeirlutin fingið Fíggjarmálaráðið at gera útrokningar og tilfar seinastu dagarnar, ið hesin hevur ynskt, uttan at minnilutin er kunnaður, siga tey trý í minnilutanum.

Tí eru so mikið ótrygg við støðuna, at tey hava kært fyri formansskapinum og gera greitt, at eftir teirra tykki er málið ikki búgvið at taka støðu til.