Kæran verður viðgjørd í kvøld

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandionum fer á fundi týskvøldið at taka støðu í málinum millum Skála og HB


 

Fótbóltur


Eitt at síggja til ófløkt mál, fer nú møguliga at verða avgerandi fyri, hvat lið fer at flyta upp úr 2. deild hetta kappingarárið.

Í oddadystinum fyri einari viku síðani, har Skála og HB hittust, gjørdi HB nevnliga ótilvitað nýtslu av tveimum ólógligum leikarum.

HB vann dystin 2-0, men Skála sendi alt fyri eitt kæru inn, og kravdi at fáa tey trý stigini fyri dystin. Ein kæra, sum teir uttan iva eiga viðhald í, tí HB hevði ikki loyvi at nýta leikararnar.

Trupulleikin við málinum er bara tann, at venjarin hjá HB undan dystinum hevði fingið tilsøgn um, at teir høvdu loyvi at gera nýtslu av leikarunum.

HB hevur eisini víst á hetta í svarinum til FSF, og spurningurin tykist sostatt vera, hvørja støðu FSF fer at taka í málinum í málinum.

Tann salamoniska loysnin er sjálvandi at ógylda dystin, og áseta nýggjan leikdag, men hinvegin eigur Skála sjálvandi grein í sínum máli um, at spælararnir ikki høvdu loyvi at taka lut í dystinum.

Trupulleikin í hesum er so, at HB hevur handlað í góðari trúgv, tá teir hava gjørt nýtslu av leikarunum, so umsitingarliga mistakið fær allar helst við sær, at annars parturin verður somikið firtin um avgerðina hjá kappingarnevndini, at ein avgerð í málinum ? líkamikið hvør hon er ? verður kært til dómsnevndina.