Rættarmálið móti einum 21-ára gomlum manni í Føroya Rætti í morgun var seinkað hálvan tíma, tí dómarin skuldi gera nevningunum greitt, hvør skylda teirra var í málinum.
Nevningarnir eru svornir í eið, og teir hava skykldu til at lurta væl eftir tí, sum sagt verður, og teir mugu ikki samrøða um málið við nakran.
Nevningating er rættiliga óvanligt, og verður bara ført, tá dómurin kann fara upp um fimm ára fongsul, og tað kann hendan sakin føra við sær, tí ungi maðurin er ákærdur eftir § 237 í revsilógini, sum umfatar fongsulsrevsing úr fimm árum upp til lívstíð.
Eftir at nevningarnir – teir eru 12 í tali, umframt tveir suplantar – vóru svornir í eið, varð ákæruritið lisið upp. Ákæruritið var í sjey punktum, harav tvey tey fyrstu snúðu seg um drápsroynd og eldásetingsroynd, triðja snúði seg um bilstuldur, meðan tey seinastu fýra snúðu seg um stuldur.
Karen Marie Olesen, fúti, førir sjálv málið, og hon gjøgnumgekk gongdina á málinum. Lagt varð fyri við tveimum ljóðupptøkum frá alarmsentralinum hjá løgregluni, har hin órættaði ringdi inn og bað um at fáa løgregluna á staðið, tí ein maður hevði brotið inn í kamarið hjá órættaða. Hendan samrøðan fór fram klokkan 03.38 hin 3. august 2007.
Longu klokkan 03.41 ringdi órættaði aftur fyri at vita, hvat tað bleiv til hjá løgregluni. Hann fekk tá at vita, at løgreglan var á veg. Hon kom so á staðið klokkan 03.52, og tríggjar minuttir seinni varð hin nú ákærdi handtikin.
Ætlaði at seta eld á
Tá ákærdi varð handtikin rópti hann fleiri ferðir: » NN skal drepast, hann er pedofilur«.
Og tað tóktist, sum hevði ákærdi gjørt seg væl út, tí hann hevði eitt 20 metrar langt tog við sær, umframt øks, bensindunk og tendrara. Karen Marie Olesen greiddi frá, at togið hevði eina brotstyrki upp á 2513 kilo, øksin var ein vanlig hondøks, sum vigaði 942 gramm og var 40,5 sentimetrar long. Tendrarin virkaði, sum hann átti.
Ákærdi hevði eina alkoholpromillu upp á millum 2,08 og 2,2, tá hann var handtikin, men hevði ikki spor av øðrum rúsandi evnum í blóðinum.
Eftir hetta kom avhoyringin av ákærda fyri.
Hann segði seg ikki kenna órættaða nakað serligt, hevði møtt honum einar tvær ferðir. Hann segði seg hava nokk so nógv móti órættaða, tí søgurnar vildu vera við, at viðkomandi er pedofilur.
Ákærdi greiddi annars frá, at hann hevði verið í Fuglafirði um dagin og vitja ein vinmann. Teir høvdu verið og keypt klæðir og vóru síðani farnir til Leirvíkar, har teir høvdu keypt ein kassa av øli á goymsluni hjá Føroya Bjór. Síðani var farið aftur til Fuglafirðar at drekka.
Vinmenn úr Havnini ringdu áhaldandi til ákærda fyri at fáa hann at koma til Havnar at ballast, og tá so ein kona úr Fuglafirði skuldi koyra nakrar ungdómar til Klaksvíkar, tí Summarfestivalurin var har, slapp hann við í bilin, sum skuldi til Havnar aftaná.
Hann kom so á bústaðin hjá sær sjálvum um 23-24-tíðina um kvøldið, og har var ballið longu í fullum svingi.
Har vóru eini 5-6 fólk, helt hann harav fýra vóru vinmenn, meðan hann ikki kendi tað eina parið, sum var har.
Ákærdi greiddi frá, at har var ovmikið at drekka. Tveir av vinmonnunum høvdu keypt tvær 3-liturs fløskur av vodka, umframt at har var nóg mikið til at øli.
Ringdi eftir taxa
Karen Marie Olesen legði stóran dent á, at ungfólkini høvdu lurtað eftir einum serligum slagi av rappi, og hon spældi enntá eitt av løgunum, sum nevnist »Stikkersvin« fyri dómarum og nevningum.
Fútin spurdi ákærda, um hetta lagið hevði eggjað honum til at fremja greðina seinni um náttina, og tað svaraði hann játtandi til. Hetta slagið av rappi er samfelagsrevsandi og mælir til hóttanir og morð.
Ákærdi tosaði við hinar vinmenninar um at »knúsa órættaða sundur«, men hesum vildu teir ikki eftirlíka, so ákærdi gjørdi av sjálvur at gera nakað við málið.
Hann visti ikki hvat órættaði búði, men tað fann hann út av við at ringja til nummarkall. Síðani ringdi hann eftir einum hýruvogni at koyra seg á staðið.
Ímeðan gjørdi hann seg til. Fann eitt 20 metra langt tog, eina øks og ein dunk av bensini. Hann var vanliga nýttur til dieselolju til oljufýrið, men tað vísti seg at vera bensin í.
Hann koyrdi síðani út á bústaðin hjá órættaða, og har gekk hann til fyrsta vindeygað, har ljós var inni. Tað vísti seg at vera rætta vindeygað, og tað stóð upp á glopp. Hann breyt síðani vindeygað upp, og segði seg síðani fáa nevan í andlitið. Ákærdi skumpaði so órættaða burtur og tveitti øksina og bensindunkin inn í kamarið. So kleiv hann sjálvur inn.
Ímeðan var órættaði farin rennandi avstað, meðan hann rópti: »Pápi, pápi, hann hevur eina øks«
Ákærdi setti seg í sofuna, tá hann var komin inn í kamrið. Stutt eftir komu órættaði og pápi hansara innar í kamarið og tað gjørdist áfast. Ákærdi hevði fatur á dunkinum og royndi at skrúva proppin av, men órættaði megnaði at skrúva á aftur. Síðani varð ákærdi hildin av feðgunum báðum, inntil løgreglan kom á staðið.
Ætlaði bara at ræða
Men áðrenn tað, kom eisini bróður pápan á staðið, so teir vóru tríggir mans um at halda álopsmanninum. Løgreglan handtók sum áður nevnt mannin klokkan 03.52, og meðan hetta fór fram, rópti ákærdi at NN skuldi drepast, tí hann var pedifilur.
Ákærdi helt alla tíðina undir avhoyringini fast um, at ætlanin ongantíð var at liggja órættaða eftir lívinum, men bert at ræða hann. Ætlanin hevði verið at set tein lítlan eld til dýnuna, so órættaði vaknaði, og so skuldi ákærdi siga honum, at hann skuldi halda seg frá smábørnum.
Ákærdi legði stóran dent á, at talan alla tíðina hevði verið um at festa í dýnuna ein lítlan, kontroleraðan eld, sum lættliga kundi sløkkjast aftur. Hetta var tó ikki heilt í tráð við tað, sum kom fram undir grundlógaravhoyringini.
Somuleiðis greiddi politifrágreiðingin frá, at ákærdi ávegis út á skaðastovuna hevði sagt, at hann fegin vildi taka 7-8 ár í fongsli fyri at drepa órættaða.
Men hetta segði ákærdi var bara fullamannatos, og at tað var vanligt orðalag í Føroyum at tosa um at drepa onnur fólk.
Rættarmálið heldur fram seinnapartin í dag, tá fyrstu vitnini skulu avhoyrast. Rættarmálið er annars sett at vara alla vikuna, og tilsamans 16 vitnir skulu avhoyrast.
Sosialurin fer at fylgja væl við málinum, og meiri verður at lesa um hetta í blaðnum í morgin.