Kári endaði uppi á turrum

Ein útróðrardagur hjá Kára Højgaard, løgtingsmanni, herfyri, fekk ein dramatiskan enda, tá ið hann sigldi á land

Óhapp

Eitt óhapp kemur altíð sum eitt snarljós úr blaum lofti.
Tað kann Kári Højgaard, løgtingsmaður, skriva undir uppá.
Honum dámar væl at rógva út og tá ið hann hevur frí úr tinginum, plagar hann mangan at loysa Høgaleitið, sum er ein 31 fót langur glastrevjabátur og við honum hann ført onkran fongin til lands.
Men ein útóðrardagur herfyri, fekk ikki tann endan, hann hevði hugsað sær, tá ið hann legði frá landi.
Hetta var í dýrdarveðrið leygardagin á Varmakeldu. Kári hevði verið út at rógva bæði hósdagin og fríggjadagin og hann hevði fingið væl, einar 16 sentnarar hvønn dagin.
Hendan leygardagin hevði hann einar fimm sentnarar, tá ið hann dróg og sigldi heim aftur.
? Síðani visti eg onki, fyrrenn tað brast og báturin stóð uppi á turrum, sigur hann.
Hann sigur, at dýrdarveður var og hann hevði júst fingið sær ein drekkamunn og hann væl til passar.
Hann var tríggjar fjórðingar úr landi, tá ið hann setti sjálvstýraran til og setti kósina heimaftur.
Hann ivast ikki í, at hann er durvaður, tí hann vaknaði við kaldan dreym tá ið tað brast og hann stóð á einum tanga beint sunnanfyri Tjørnuvík.
Báturin fekk stóran skaða, men sjálvur slapp Kári snikkaleysur.
Síðani hevur hann arbeitt upp á bátin og nú er hann umvældur.
Kári ásannar, at hann er durvaður og tað hevur hann eisini skrivað í frágreiðingina.
? Tað høvdu verið tríggjar dagar við lítlum svøvni og tað kemur ongin ávaring í slíkum føri, tað einu løtuna ert tú vakin og næstu løtuna ert tú vekk, sigur hann.

Argaður
Sjálvandi var hetta ein keðilig hending hjá løgtingsmanninum, men nú alt spældi væl av, er tað ikki sørt, at hann er argaður við óhappinum.
Tangin, hann sigldi á, hevur longu fingið navnið Posttangin og tey spyrja hann eisini um ikki sjálvstýrarin var frá.
Og nú alt gekk væl kortini, dugir dugur Kári eisini sjálvur at síggja tað stuttliga í tí og hann svarar aftur í sama tónalagi, at hann er eisini onkuntíð sovnaður í tinginum, men tað hevur ikki havt so ógvusligar avleiðingar . Og tað kann so gera tað sama, sigur hann: Sjálvstýrarin stóð til!