1. mars eru 35 ár liðin, síðan Kári Hammer í Vági bleiv umboðsmaður fyri oljufelagið Esso, seinni Statoil, í sunnaru helvt í Suðuroy. Kári, ið er føddur og uppvaksin í Vági, fór til skips sum 16 ára gamal og sigldi til 1958, tá hann fór á stýrimansskúla. Í 1960 tók hann prógv sum stýrimaður. Í 1964/65 tók hann skipsførarprógv. Í fýra ár sigldi hann í Grønlandi við einum sleipibáti hjá danska bjargingarfelagnum, EM.Z. Switzer. Hann gavst at sigla, tá hann 1. mars 1968 yvirtók umboðið fyri oljusøluna Esso í sunnaru helvt í Suðuroy, eftir at Martin Joensen, heilsølumaður í Vági, gavst vegna aldur. Kári hevur ábyrgdina av bygdunum frá Hovi til Sumbiar. Seint í 80-unum skifti oljufelagið navn frá Esso til Statoil. Kári fegnast um at Sumbiartunnilin er komin, tað hevur ikki altíð verið so stuttligt at koyrt til Sumbiar við olju í kavaroki og ódnarveðri. Seinastu fimm árini hevur Kári, saman við konuni, Poulu, havt ábyrgdina av Statoilstøðini á Vági. Eftir at hava arbeitt hjá sama oljufelag í 35 ár, sigur Kári, sum verður 67 ár í september, at hann hevur havt tað gott, og honum dámar arbeiðið væl.