Kári er sonur Giggu, f. Joensen, og Carl Mouritsen í Havn. Sum ungur spældi hann á tí dreingjaliðnum hjá B36, sum vórðu føroyameistarar í 1962. Hann er eisini kendur sum gittarspælari og sangari í Faroe Boys og Harkaliðnum. Hann koyrdi á bilstøðini Taxa í 60-unum, áðrenn hann flutti til Danmarkar í 1967. Kári er útbúgvin prentmyndasmiður (kemigrafur), og hevði ymisk arbeiðir í Danmark, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroya at búgva. Hann hevur koyrt sum bilførari á bilstøðini Auto í Havn síðan 1988. Kári eigur sonin, Boga, og dóttrina, Katrin, sum búgva í Danmark.