Kári, ið er 38 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Vestmanna. Hann lærdi til bilmekanikara á bilverkstaðnum hjá Óla Hans Jacobsen í Vestmanna frá 1981-85 og arbeiddi har í nøkur ár. Í 1988 fekk hann starv á bilverkstaðnum hjá Strandferðsluni á Hjalla. Hann hevur arbeitt á bilverkstaðnum hjá Brøður Petersen og seinni hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin. Uppgávan hjá honum á Bileftirlitinum er at hava regluligt eftirlit og umsýn av akførum.