Kári Reynheim kann enn

52 ára gamli Kári Reynheim spældi við í 1. deild í gjár

Fyrr í hesum kappingarárinum var 51 ára gamli tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, at síggja í málinum hjá næstbesta liðnum hjá HB í 1. deild. Kaj Leo Holm Johannesen stóð í mál í tveimum dystum beint undan summarsteðginum, og valla var naka ivi um, at fyrrverandi løgmaðurin fór at standa eftir sum elsti leikari, sum hevur spælt í 1. deild í ár.

 

Men elsti leikarin, ið hevur spælt dyst í næstbestu fótbóltsdeildini í 2016, eitur ikki Kaj Leo Holm Johannesen longur. Nú eitur hann Kári Reynheim, ið er 52 ára gamal.

 

Tað var í gjár, at tað stóð rættiliga illa til við fólki at spæla dyst við næstbesta liðnum hjá AB, sum hevði truplan útidyst ímóti Giza Hoyvík á skránni. Hetta var orsakað av skaðum, leikbannum og føstum leikarum á liðnum, sum ikki sluppu at spæla við í gjár, tí at teir eru í hópinum hjá Effoliðnum hjá AB, ið spælir dyst ímóti Skála seinni í dag.

 

Tískil sá Kári Reynheim, sum hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá AB í ár, ongan annan møguleika enn at skriva seg sjálvan á dómaraseðilin. AB kláraði tó at skava 14 mans saman til dystin í gjár, og tað var ikki fyrr enn eini fimm minuttir áðrenn dystarenda, at Kári Reynheim skifti seg sjálvan inn á defensiva miðvøllin. Hóast landsliðslegendan er komin upp í árini, so smæddist hann ikki at taka lut í nærdystunum og vísa, at góði bóltførleikin framvegis ikki er fánaður heilt.

 

Undan dystinum á niðara vølli í gjár hevði 1. deildarliðið hjá AB, sum longu er flutt niður í 2. deild, ikki vunnið nakran dyst á útivølli í hesum kappingarárinum, men hendan keðiliga staðfestingin varð broytt í gjár. Í besta Landskrona-stíli vann AB púra óvæntað 1-0. Giza Hoyvík hevði avgjørt sínar møguleikar at skora áðrenn, men Jákup Højgaard í málinum hjá AB stóð ein branddyst. Skamt undan leikloki avgjørdi Hugin á Borg Ferber dystin, tá ið hann varð spældur leysur.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er javnaldri við Kára Reynheim og fylti 52 ár 28. august. Kári Reynheim fylti tó 52 15. februar, og tískil er hann elsti leikari, sum hevur spælt í 1. deild í ár.

 

Áhugavert er at nevna, at í teimum tilsamans trimum dystunum, sum menninir føddir í 1964, Kaj Leo Holm Johannesen og Kári Reynheim, hava spælt í ár, hevur ongin av teimum tapt nakran dyst. Eitt sindur av rutinu skaðir ikki!