Í summar lovaði Karsten Hansen, landsstýrismaður, at landskassaroknskapirnir fyri 1996 og 1997 skuldu verða lidnir og almannakunngjørdir á heysti í ár. Føroya Gjaldstova hevur í hesum sambandi gjørt eitt stórt arbeiði, og landskassaroknskapurin fyri 1996 varð almannakunngjørdur í heyst, meðan roknskapurin fyri 1997 varð almannakunngjørdur nú um dagarnar.
Roknskapurin er nú
settur upp eftir
altjóða reglum
Roknskapurin fyri 1997 er eitt sindur seinkaður, og kemst hetta fyrst og fremst av, at roknskapurin frá og við 1997 er sett upp eftir nýggjum og altjóða reglum, upplýsti landsstýrismaðurin á tíðindafundi.
Roknskapurin fyri 1998 verður almannakunngjørdur 30. juni 1999, og eru vit nú komin í tráð við nýggju stýrisskipanarlógina á hesum øki. Stýrisskipanarlógin sigur, at landskassaroknskapurin í seinasta lagi skal almannakunngerast eitt hálvt ár eftir árslok. Seinastu árini hevur roknskapurin verið hálvtannað ár seinkaður.
Landskassaroknskapurin verður nú sett upp á sama hátt sum fíggjarlógaruppskotið og fíggjarlógin ? t.v.s. eftir ábyrgdarøkinum hjá hvørjum einstøkum landsstýrismanni. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum og landsstýrismaðurin í oljumálum hava tó ikki fingið sína egnu grein enn. Tað verður arbeitt við at fáa hetta í rættlag, soleiðis at hesir landsstýrismenn hava sína egnu grein á fíggjarlógini fyri 1999, og samstundis í landskassaroknskapinum sjálvandi.
Karsten Hansen sigur, at størsta framstig í uppsetingini av landskassaroknskapinum fyri 1997, í mun til árini frammanundan er, at nú er møguligt at gera tvørgangandi analysur av, hvussu gongdin í ymiskum útreiðslum er í hvørji grein sær og tvørgangandi yvir allar greinarnar tilsamans. Hetta nevna vit, tað realbúskaparliga býtið av roknskapinum.
Kærkomið fíggjar-
politiskt amboð
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at fíggjarpolitiskt er hetta eitt kærkomið amboð, ið vit leingi hava bíðað eftir. Vit kunnu nú síggja hvussu gongdin er í hvørjum einstøkum útreiðsluposti, og leggja fíggjarpolitikkin hareftir. Eisini kunnu vit t.d. síggja, um vøksturin í útreiðslunum stavar frá virknum fíggjarpolitikki, ella um útreiðsluvøksturin stavar frá vøkstri í teimum lógarbundnu útreiðslunum.
Tá fíggjarlógaruppskotið fyri 1999 varð lagt fram, vóru fleiri tinglimir, blaðfólk og onnur, ið fýltust á, at tað var torført at samanbera fíggjarlógaruppskotið við árið frammanundan, har einstøku útreiðslupostarnir kundu samanberast við árið frammanundan. Soleiðis verður ikki í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000. Tá hava vit landskassaroknskapin fyri 1997, landskassaroknskapin fyri 1998, fyribilstøl fyri 1999 og fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000, ið alt er uppgjørt á sama hátt. Vit kunnu tá samanbera gongdina í einstøku postunum fyri 4 ár á rað. Slíkar samanberingar koma at verða í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000.
Hetta verður eitt týdningarmikið amboð hjá Fíggjarnevndini í samband við fíggjarnevndararbeiðið. Fíggjarnevndararbeiðið verður sostatt munandi lættari frá og við 1999.
Enn manglar tó nakað, áðrenn vit kunnu síggja, hvussu allur tann samlaði almenni sektorurin ávirkar virksemið í føroyska búskapinum. Sum nú er, finst einki realbúskaparligt býti fyri kommunurnar, og nakrir almennir stovnar og grunnar eru heldur ikki við í roknskapinum. Strandferðslan, útvarpið og sjónvarpið vera við í roknskapinum fyri 1998, og vónandi verður realbúskaparliga býtið fyri kommunurnar liðugt um ikki alt ov langa tíð.
Næsta stig verður
funktionella býtið
Nú vit hava tað realbúskaparliga býtið av landskassaroknskapinum, verður næsta stig hjá Gjaldstovuni, at gera eitt funktionelt býti (eftir altjóða reglum) av roknskapinum. Við einum funktionellum býti kunnu vit gera samanberingar millum lond. Funktionella býtið, ið vit eisini kunnu kalla endamáls býtið, gevur eitt yvirlit, ið vísir, á hvørjum umráðum tað almenna nýtir sínar pengar. Vit kunnu tá samanbera, hvussu vit prioritera á tí almenna økinum í Føroyum í mun til í øðrum londum.
Núverandi landsstýrismaðurin hevur onga ávirkan havt á tølini í roknskapinum fyri 1997, og hevur tí onga viðmerking til einstøku tølini. Tó kann nevnast, at yvirskotið er 178 mio. kr., í mun til 2 mio. kr. í fíggjarlógin fyri 1997, sigur Karsten Hansen.