Vágar:Vágakórið fer at enda vetrarskránna við eini konsert í auluni í skúlanum á Giljanesi. Konsertin verður hildin í dag klokkan 16.00. Klaverleikarin Martin Pollard fer eisini at luttaka á konsertini.
Vágakórið hevur bæði føroyskar vársangir, sum flestu kenna, og eisini okkurt operettulag á skránni. Lættar dansir hjá Schubert, sum avgjørt ikki eru keðiligir at lurta eftir.
Kórið hevur í vetur og vár havt fleiri framførslur, har summar hava verið saman við Vestmanna Sangkóri. Eitt nú, tá Vágatunnilin lat upp fyri jól, og eisini tvær konsertir við tónleiki hjá m.ø. Mozart á páskum. Umframt varð eisini sungið í kirkjum í Vágum í adventini og um jólini. Tað er bretin Steve Foggin, sum stjórnar Vágakórinum.
Eisini ein annar »føroyskur« breti verður við á konsertini á Giljanesi í dag. Tað er musikskúlaleiðarin í Vágum, Martin Pollard, sum fer at spæla klaver.
Martin Pollard hevur fyri stuttum verið á konsertferð í Australia, og hann fer á konsertini á Giljanesi at framføra verk, hann spældi á konsertferðini »down under«.
ej