Kórlimir úr allari oynni

Seinastu fimm árini hava sangglaðir suðuroyingar sungið við í Suðuroyarkórinum.
Tey byrjaðu við 15 sangarum. Í dag eru tey 35 í tali.

Týskvøldið 5. februar 2002 hittust 15 sangglað fólk í samkomuhúsinum Betania í Porkeri. Endamálið var at stovna eitt kór, sum síðani fekk navnið Suðuroyarkórið.
Minni enn tveir mánaðir seinni høvdu fólk møguleika at hoyra Suðuroyarkórið á fyrsta sinni, í samband við eitt møti skíriskvøld í Bethel í Vági. Við hetta møtið luttóku Susan og Øssur Berghamar.
Nøkur fá kvøld seinni fingu fólk aftur høvið at hoyra kórið syngja, hesa ferðina við samfelagsmøtini í Hvalba hesi páskini.

35 fólk
Síðani stovnanina í 2002 hevur kórið sungið nógv til møtir í Suðuroynni, men hevur eisini verið nakrar túrar norðanfyri og sungið – m.a. í Eysturoynni og á Streymoynni.
At tað nú vóru liðin fimm ár síðani kórið varð stovnað, varð sjálvandi markerað. Hetta hendi við eitt sangtiltak, júst í Bethel í Vági leygarkvøldið 17. februar. Á hesum møtinum, har væl av fólki møttu upp, talaði Jens Bech av Skála.
Kórleiðarin, John í Skemmuni úr Porkeri upplýsir fyri Sosialinum, at tey vanliga eru eini 30 í tali, tá tey eru úti og syngja.
- Um øll møta upp, eru vit 35 fólk í kórinum, sigur hann.
Kórið venur hvørt mánakvøld kl. 19.30, og skifta venjingarnar millum Vitnið í Hvalba og Bethel í Vági.
Sangararnir koma úr allari oynni og eru tey í øllum aldrum.