Kórmót

TíÐindaskriv

Sunnudagin 28. mars kl. 16:00 hittast kór í Eysturoynni til eina sangløtu í Fuglafjarðar kirkju. Kórini eru: Kirkjukóri í Fríðrikskirkjuni, kórleiðari Mikael J. Heinesen, Eystankórið við Símun Hammer sum kórleiðara, Kór Glyvra kirkju har Meinhard Bjartalíð er kórleiðari, Kórið hjá Jóhan Mortensen, Felagskórið Gøta-Leirvík, kórleiðari Martin Mouritsen og Fuglafjarðar sangkór, kórleiðari Frits Johannesen. Løgini, ið kórini syngja, er merkt av várløgum, páskaløgum og sálmaløgum. Onkuntíð fyrr hava kórini í Eysturoynni verið saman og sungið, og hevur hetta verið ein gleðilig faganaðarstund. Hugsast kundi, at gjørt hetta til siðvenju og kanska i framtíðini tikið lógvatak saman og sungið okkurt kórverk, sum hevði verið kórunum til mikla tign, miklan sóma og okkum øllum til stóra gleði.