Kúrrur B36-formaður

Vit hava roynt at fingið viðmerking um kæruna hjá B71 frá Per Hansen, sum er formaður í B36

Sum skilst, so er uppáhaldið hjá B36 í málinum, at teir hava verið í samband við B71, áðrenn nøkur stig vórðu tikin í royndini at fáa Magnus Olsen til B36.

Tað hevur tó ikki eydnast okkum at fáa fatur á Per Hansen, hóast vit fleiri ferðir hava lagt boð til hansara. Og tí ber í løtuni ikki til at siga, hvørjar almennar viðmerkingar B36 hevur til ákæruna um spælarastuldur.