Sum siður hevur verið seinnu árini, fer Vágakórið aftur í ár at luttaka undir guðstænastuni í Miðvági fyrsta sunnudag í advent, sum verður komandi sunnudag.
Vanligt hevur verið seinnu árini, at Vágakórið syngur nakrar sálmar undir guðstænastuni í Miðvági fyrsta sunnudag í advent. Soleiðis verður eisini í ár, siga tey úr kórinum.
Umframt kórsangin verður eisini kornettónleikur at hoyra saman við orglinum í Miðvágs kirkju sunnudagin.
Katrin Jørgensen fer at spæla okkurt lag á kornett, eins og hon fer at spæla undir til sálmasangin saman við urguleikaranum Jón Eiriki Joensen.
Í vetur er tað Ólavur Hátún, sum stjórnar Vágakórinum