Í hesi vikuni fall enn ein dómur í stóra rúsevnamálinum. Ein 27 ára gamal maður fekk seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri keyp av ymiskum rúsandi evnum. Alt var tó til egið brúk.
Maðurin er dømdur fyri at hava keypt 40 gramm av kokaini, góð 100 gramm av hassji og nøkur heilt fá gramm av amfetamini.
Maðurin játtaði seg sekan í ákærunum, men hann hevur biðið um umhugsunartíð, áðrenn hann ger av, um hann skýtur dómin inn fyri Landsrættin, ella um hann tekur við honum.
Ákæruvaldið er nú farið undir at elta allar kundarnar hjá bakmonnunum í stóra rúsevnismálinum. Undir avhoyringum av løgregluni og í Føroya Rætti er tað komið fram, hvønn hesir ymsu menninir hava selt til. Hesir verða nú eisini drignir í rættin.
Við at avgreiða hesi rættarmálini savnar ákæruvaldið og løgreglan saman prógv ímóti tí einasta manninum, sum enn situr varðhaldsfongslaður í rúsevnismálinum ? ein 35 ára gamal dani, ið hevur sitið avbyrgdur síðan 16. januar.
Mánadagin verður aftur rættarfundur í rúsevnismálinum. Tá verður ein 37 ára gamal maður ákærdur fyri keyp av rúsevnum til egið brúk.