1. deild
KÍ hevði nógvar kjansir at gera mál, tá VB var á vitjan í Klaksvík leygardagin. Vágbingar vóru tamir, og hóast teir brendu tveir góðar kjansir, so var tað heimaliðið, sum var ruddiliga við yvirlutan alla tíðina.
KÍ legði seg fram um 2-0 í fyrra hálvleiki, og teir skoraðu tvey mál afturat í seinna hálvleiki, hóast møguleikarnir vóru til mangt slíkt. VB kom afturíaftur, tá støðan var 3-0 til KÍ, men teir kláraðu ongantíð at hótta heimaliðið, sum hevði betri álopsspæl enn nakran dyst í ár.
Tað hevði helst eisini týdning fyri gongdina í dystinum, at Jacobsen-tvíburðarnir í VB-verjuni ikki vóru við hendan dystin. VB-miðverjan kláraði ongantíð at fáa bilbukt við Kurt Mørkøre og Alexander Djordjovic, sum vóru væl upplagdir. Alexander skapti nógv, og Kurt hevði møguleikar at gera fleiri mál, men hann var óheppin í fleiri støðum.
Broytingar hjá KÍ
Bæði liðini byrjaðu dystin varisliga, og fyrsta hálva tíman vóru tað fáir málmøguleikar. KÍ fekk ein kjans tíðliga í dystinum, og hann avgreiddi Alexander Djordjevic í VB-málið. Alexander slapp leysur inn í brotsteigin, og so var hann tryggur, tá hann avsluttaði.
Seinna hálva av fyrra hálvleiki var meira undirhaldandi enn tann fyrra. KÍ kom til onkrar kjansir afturat, og málið til 2-0 var frágera gott. Uppspælið byrjaði væl, og frammi ímóti brotsteiginum spældu Tomislav Sivic og Kurt Mørkøre bandaspæl. Endin var, at Sivic prikaði Kurt leysan, og so sparkaði KÍ-framherjin bóltin í málið úti við stólpan.
Í fyrra hálvleiki hevði KÍ-verjan, har Jan Andreasen aftur var sweepari, fult tamarhald á støðuni, og tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at VB-álopsmenninir bitu eitt sindur frá sær.
Niclas Niclasen og Símun Joensen vóru báðir farnir av landinum, og tí spældi Harley Bertholdsen vinstri vongverji, meðan Atli Danielsen var fluttur á høgra vongverja. Hetta riggaði væl, og Harley kom ofta til baklinjuna. Hann kundi tó havt betri eydnu við innleggunum, sum kiksaðu eitt sindur á tí tunga vøllinum.
Brendi størsta kjansin
Málið til 3-0 var eisini gott, og hesaferð kom Harley bæði til baklinjuna og legði ein góðan bólt innfyri. Tomislav Sivic hevði frammanundan bjóða einum passivum Marek Vierzbicki av, og tá Harley yvirlappaði, slepti Sivic bóltin til vongverjan. Flata innleggið endaði í einum trunka av spælarunum, og har hevði verjumaðurin, Ove Nysted, longstu tánna og prikaði bóltin í málið.
Tað var eftir hetta málið, at VB kom meira við í dystin, og teir spældu seg til onkrar kjansir ímóti KÍ-verjuni, sum í løtum var óskipað. Robert Cieslewicz hevði størsta møguleikan í dystinum, eftir at Popzcynski var farin ígjøgnum í høgru og avsluttaði á stólpan. Robert fylgdi upp, men úr fimm metrum kláraði hann at senda bóltin á tvørstongina á tóma málinum.
Løtu seinni var Robert spældur leysur í vinstru, og ta ferðina avsluttaði hann trygt inn við nærmara stólpa. So var støðan 3-1, men tað lá ongantíð í luftini, at VB skuldi taka KÍ aftur.
Punktum
Í hinum endanum av vøllinum hevði KÍ fleiri møguleikar at gera mál, men tað eydnast bara eina ferð afturat í dystinum, hóast møguleikar vóru til eini trý ella fýra mál afturat. Tað var Fríðin Ziskason, sum breyt ígjøgnum VB-verjuna eftir ein tvørbólt frá Sivic. Hann snýtti ein VB-verjumann, og so legði hann bóltin nøkunlunda miðskeiðis í málið, tá Bjarni Johansen var á veg niður.
Hetta var næsta málið hjá Fríðin í tveimum dystum, og hann tykist verða í góðum formi á miðvøllinum, har hann og Jan Joensen hava týdningarmiklar uppgávur.
Tórður Holm manglaði á miðvøllinum hjá VB, og tað sást best, tá hann kom inn í seinna hálvleiki. Jón Pauli Olsen fór á vinstra vongverja at spæla, eftir at Gisli Sveinbjørnsson var tikin út, og tá gleið spælið á miðvøllinum betur. Tórður var við í nógvum, og eina løtu fluttu VB-arnir bóltin nógv betri, enn teir høvdu gjørt meginpartin av dystinum.
Men hetta var ikki nóg mikið til at venda dystinum, og KÍ fekk ein kærkomnan og tryggan sigur til høldar ímóti føroyameistaraunum, sum hesaferð vóru skuggi av tí, teir vóru í fjør.
Dysturin í tølum:
KÍ-VB 4-1 (2-0)
1-0: Alexander Djordjevic
2-0: Kurt Mørkøre
3-0: Ove Nysted
3-1: Robert Cieslewicz
4-1: Fríðin Ziskason
Dómari: Oddmar Andreasen (HB)
KÍ: Meinhardt Joensen - Ove Nysted, Jan Andreasen, Andras Jacobsen - Atli Danielsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason, Harley Bertholdsen - Kurt Mørkøre, Alexander Djordjevic
VB: Bjarni Johansen - Palli Augustinussen, Predrag Zickovic, Michael í Lágabø, Marner Richard, Gisli Sveinbjørnsson - Marek Vierzbicki, Jón Pauli Olsen, Krzystof Popczynksi - Robert Cieslewicz, Birgir Jørgensen