Næstbesta liðið hjá KÍ hevur vunnið 2. deild við átta stigum frammanfyri næstfremsta liðið, og tí hevur KÍ vunnið gull og er flutt upp í 1. deild.
Kappingin í 2. deild endaði um vikuskiftið, og KÍ spældi seinasta dystin ímóti TB í Hvalba. Tað endaði við 4-2 sigri til teir úr Klaksvík, sum fingu steyp og gullmerki handað eftir dystin.
B68 endaði næstfremst í 2. deild og flytur somuleiðis upp í 1. deild komandi kappingarár.