Tað verður botnur ímóti toppi, tá ið B68 seinnapartin fær vitjan av KÍ. Tað eru sjey stig frá B68 og fram til áttanda plássið og harvið pláss omanfyri strikuna. Nú er bara eitt stig frá KÍ og aftur til Víking, sum ólavsøkudag vann týdningarmiklan sigur í torføra útidystinum ímóti B36.
Nýggjur maður hevur ábyrgdina av B68 liðnum. Tað er Eliesar Olsen, sum nú er høvuðsvenjari. Klaksvíkingurin og fyrrverandi fyrstu deildar venjarin hjá KÍ, Oddur Olsen, hevur síðsta mánaðin ella so verið einsamallur venjari á Svangaskarði. Hann hevur ikki a-venjaraprógvið, sum tað er kravt, at venjarar í bestu deildini skulu hava. Undantaksloyvið hjá honum gongur út í dag, og nú er Eliesar Olsen nýggjur maður á Svangaskarði. Hóast hann bara er 26 ára gamal, so hevur hann neyðugu pappírini og royndir av at vera venjari í trimum teimum bestu deildunum.
Fyri viku síðani var um reppið, at B68 vann stig í Runavík.
-Vit vita, at ein partur av avbjóðingini er at vera betri, tá ið mótstøðuliðið hevur deyðbóltsstøður. NSÍ skoraði tvær ferðir eftir deyðbóltar. Vit vita, at KÍ plagar at vera vandamikið í sambandi við fríspørk, innkøst og hornaspørk. Á hinari síðuni vísti ÍF, at tað ber til at vinna stig ímóti KÍ, sigur Jóhan Dávur Højgaard hjá B68, sum ímóti NSÍ var ógvuliga verjukendur miðvallari.
Tað eru framvegis nógvir B68 spælarar, ið ikki eru tøkir: Albert R. Johannesen er leikbannaður, Jann Ingi Petersen, Otto R. Petersen, Leivur Højgaard og Jóhannus Hansen eru burturstaddir, og Esmar Clementsen er skaddur. Evrard Ble er tøkur aftur.
Tað verður arbeitt við at fáa loyvi hjá serbiska álopsspælaranum Damir Ibric Yuksel upp á pláss. Tað verður vónað, at hann verður tøkur um eina viku.
Tað var óvæntað, tá ið KÍ síðsta sunnudag tapti 4-2 á heimavølli ímóti ÍF. Hetta úrslitið og sannførandi Víkinga avrik seinastu ferðirnar ber við sær, at tað nú av álvara aftur brennur undir KÍ, sum undan summarsteðginum var ógvuliga væl fyri. Tí verður talan seinnapartin um sera avgerandi avbjóðing hjá klaksvíkingum.
Páll A. Klettskarð heldur ikki, at tapið ímóti ÍF tekur pippið frá KÍ:
-Vit hava okkara máta at spæla uppá, og tað hava vit fokus á. Ímóti ÍF var avrikið ikki gott, og nú er setningurin at vísa rætta hugburðin og betri avrik á Svangaskarði. Ímóti ÍF góvu vit bílig mál burtur, og vit vóru ikki nóg avgjørdir í nærdystunum. Tað vóna vit verður væl betri á Svangaskarði í dag, sigur Páll A. Klettskarð.
KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen er leikbannaður, og Mayowa Oladele Alli og Atli Danielsen eru skaddir.
B68-KÍ: Helgi M. Jónasson í dag kl. 15.00.