KÍ skal hava hjálp frá fuglfirðingum

Klaksvíkingar hava síðani óføra fimta plássið í fjør vónað, at tað í ár skuldi eydnast at vinna rættin at luttaka í altjóða kappingum næsta summar. Tað er framvegis møguleiki fyri hesum, men nú er støðan soleiðis, at KÍ skal hava hjálp frá fuglfirðingum, sum fáa vitjan av HB, umframt at KÍ skal vinna fulla úrtøku ímóti FC Suðuroy.

Hóast úrtøkan ikki altíð hevur verið stór, so borga tølini fyri undirhaldi, tá ið KÍ er annar parturin. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur KÍ tapt 4-3, og liðformaðurin Hjalgrím Elttør, ið er ein av fýra klaksvíkingum, sum er leikbannaður ímóti FC Suðuroy – hinir eru Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni og Jógvan Isaksen – harmast støðuna:

-Vit vóru ógvuliga vónbrotnir í Gøtu. Inntil hetta umfarið var tað í okkara hondum at syrgja fyri endastøðu, sum bar altjóða luttøku næsta ár við sær. Tað hevur verið málið, og vit vóna framvegis, at tað skal eydnast, men eftir hetta tapið er tað ikki upp til okkum sjálvar at gera av. Vit kappast við HB, og nú eru vit verri fyri í tí kappingini. Vit mugu greiða okkara setning ímóti FC Suðuroy, og so mugu vit vóna, at ÍF vinnur á HB, sigur Hjalgrím Elttør, sum vónar, at liðfelagarnir fara at leggja betri fyri, enn teir gjørdu í Gøtu.

-Í steðginum tosaði venjarin við stórum bókstavum. Eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki skoraðu vit tríggjar ferðir, og tá kendi eg tað sum um, at vit høvdu tak á tí, men so mistu vit alt á gólvið, tíverri.

Verjupaturin hjá klaksvíkingum hevur ikki verið sannførandi, og nú er neyðugt at skifta út í trimum ódnum í aftastu røðini. John Hammer hevur verið skaddur, men hann er klárur at spæla, og saman við honum í miðverjuni verður 17 ára gamli unglingaspælarin Tórur Justesen.

Hjá FC Suðuroy eru eisini fýra spælarar leikbannaðir, og tað nívir ikki minst, at bæði verjuálitið Heini Vatnsdal og toppskjúttin John Tordar Poulsen eru uttanfyri. Hinir leikbannaðu menninir eru Dan Djurhuus og Heri E. Kjærbo. Jón Áki Jacobsen er tøkur aftur, eftir at hann síðsta vikuskifti var í Estlandi við U19 landsliðnum.