KÍ skinklaði og tók alt

Fótbóltur: Fuglfirðingar eru illa skipaðir og megnaðu ikki at taka av, tá oddaliðið steðgaði upp

1. deild. ÍF-KÍ 0-1 (0-1)


Ein rúgva av norðoyingum vóru í Fuglafirði í góðveðrinum sunnudagin. Strandferðslan gjørdi fleiri heilt góðar túrar, og at síggja smábátar og útróðrarbátar fara um fjørðin minti ikki sørt um, soleiðis sum tað er, tá tey hava rópt grindaboð.

Nógvu KÍ viðhaldsfólkini fingu trý stig til hús við sær aftur, tað telur nógv, og viðhaldsfólkini eru sjálvandi fegin yvir úrtøkuna og góða sunnudagstúrin, men tað er synd at siga, at avrikið hjá klaksvíkingum í Fuglafirði sannførdi um, at hetta vóru komandi FM vinnararnir.


Viðbrekið

Seinna umfarið var ein oyðimarkarferð av teimum heilt stóru. Stutt undan steðginum noyddist KÍ liðformaðurin og toppskjúttin, Kurt Mørkøre, at fara av vøllinum, tí hann í luftdysti í sambandi við ÍF hornaspark hevði fingið ein snudd í vangan. Longu tá høvdu ábendingar í eina løtu verið um, at fótbóltsspælið fór ikki at vera minnisríkt, og í 2. hálvleiki avrikið hjá KÍ langt frá tí, sum roknast kann við frá oddaliðnum í einari landskapping, sum letur spælarar til eitt landslið, ið fyri stuttum hevur fingið stig bæði móti Skotlandi og Bosnia.

Ofta verður tikið til, at klaksvíkingar hava nógv fólk at velja í, men avrikið í 2. hálvleiki boðaði frá, at KÍ er sera viðbrekið, um ein ella tveir lyklaspælarar ikki eru við. John Hansen var ikki við, og tað hevði umskipingar við sær í verjuni og á miðvøllinum, og hetta merktist væl ? serliga í 2. hálvleiki ? og tá Kurt Mørkøre var farin av vøllinum, datt álopsspælið hjá KÍ fullkomuliga saman.

Í evarska lítlum løtum royndu teir at samanspæla, men í flestu støðunum varð meiri sparkað enn spælt, og tað var rár hending í 2. hálvleiki at síggja nakað, sum líktist liðavriki.


Illa skipað

Fuglfirðingar høvdu í 2. hálvleiki bóltin eins nógv sum mótstøðumenninir, og eina løtu í 2. hálvleiki, tá klaksvíkingar lógu aftarlaga og mest hugsaðu um at verja tepru leiðsluna, var ikki frítt, at tað lá í luftini, at botnliðið kundi javna, men tað eydnaðist ikki, tí ÍF megnaði ikki at spæla seg til ein tann einasta møguleika í 2. hálvleiki.

Í 1. hálvleiki hevði ÍF tveir møguleikar, og tað er lítil nytta í royndini at ímynda sær, hvussu tað hevði lagað seg, um teir høvdu skorað. Fyrsta møguleikan høvdu teir eftir fimm minuttir, tá Abraham Hansen stakk til Rógva Róin í høgru, og Eyðun Samuelsen mitt fyri málinum umsat stóra møguleikan at stúta alt ov vánaliga, og seinna møguleikan høvdu teir í álopinum, áðrenn KÍ skoraði. Fuglfirðingar komu í fleirtalsstøðu, men sum tað er sermerkt fyri eitt lið, sum er illa skipað, so vistu teir ikki reiðiliga, hvussu møguleikin skuldi handfarast, og Stephen Boyle vardi lættiliga fyri royndini frá Eyðolvi Petersen.


Góða løtan

KÍ legði bragdliga fyri, og um gongdin (bæði hvat viðvíkur ferð og hugflogi) alla tíðina hevði verið, sum hon var fyrsta hálva tíman, so kundi KÍ sigurin verið stórur.

Mesta uppspælið gekk fyri seg í vinstru síðu, har Heðin á Lakjuni var framúr og rættuliga gjørdi sær dælt av, at teir á heimaliðnum ikki hildu, at tað var ráðiligt við eyka uppbakking. Ferð eftir ferð kom Heðin við ferð til baklinjuna ella hann setti ferð inn í brotsteigin, sneiddi tveir ella tríggjar mótstøðumenn av sær og royndi við skoti ella innleggi.

Einasta málið kom eftir innlegg úr høgru. 27 minuttir vóru farnir, tá álop, sum Stephen Boyle setti í gongd eftir fleiri ferðir tvørturum og eitt sindur fram, menti seg til møguleika. Andrzey Pazek, sum fyri tað mesta var álitisfullur miðverji, stakk flatt fram til Arnold Joensen, hann sletti út í høgra borð, og Kurt Mørkøre slapp frá Torsteini Joensen, sum annars hevði stutt tjóður í toppskjúttanum, og so varð innleggið frá Niclasi Niclassen umsett til ein drønandi stútara í meskarnar aftanfyri Rúna Joensen, sum annars hevði fleiri bjargingar.

Og so gekk skjótt hjá KÍ í eina lítla løtu. Marek Wierzbicki var álopshugaður í vinstra borði, hann og Heðin á Lakjuni spældu væl saman, Kurt Mørkøre var fleiri ferðir tætt við, men einki meiri spurdist burturúr, og so fór luftin úr dystinum, og KÍ viðhaldsfólkini fegnaðust meiri um gongdina á Sandi, enn um avrikið í Fuglafirði. Men stigini fóru til Klaksvíkar, og tey viga.


ÍF: Rúni Joensen - Roy Róin, Torstein Joensen, Áslakur R. Petersen, Viggo Johannesen, Eyðolvur R. Petersen - Rógvi Larsen, Abraham Hansen, Símun Eliasen - Robert Cieslewiscz, Eyðun Samuelsen

KÍ: Stephen Boyle - Harley Bertholdsen, Andrzey Pacek, Jan Andreassen, Marek Wierzbicki - Niclas Niclassen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen - Arnold Joensen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni