KÍ missir nú enn tveir av spælarum sínum. Síðani niðurflytingina hava mest sum allir teir størstu profilarnir á liðnum leitað sær til onnur feløg, og nú tykist greitt, at tveir úr yngra endanum eisini fara gjøgnum undirsjóvartunnilin hetta kappingarárið.
Í øllum førum ljóðar fyri vist, at Eli Simonsen hevur tikið av møguleikanum at spæla Vodafone-bólt á Toftum, meðan Oddmar á Lakjuni fer í fótasporunum hjá eldra beiggjanum, Heðini, og skal spæla við NSÍ í summar.