KÍ stórsteypavinnari 2020

Tað var eingin slingur í valsinum hjá føroyameistarunum, tá tær vitjaðu HB á Tórsvølli í dag

KÍ kvinnurnar lótu ongan iva vera í, at tær eru greitt sterkasta liðið í Betri Deildini í ár. Frá fyrsta bríksli løgdu tær HB undir trýst, og málmøguleikarnir meira ella minni skolaðu innyvir HB málið so at siga allan dystin, skrivar FSF.fo.

Toppskjúttin í deildini, Evy á Lakjuni skjeyt tey bæði fyrstu málini fyri KÍ í fyrra hálvleiki, og støðan kundi enntá verið meira enn 2-0 til gestirnar í steðginum, hevði KÍ gagnnýtt fleiri av sínum møguleikum.

Seinni hálvleikur var bert átta minuttir gamal, tá bólturin aftur lá í HB málinum eftir hornaspark, har Birita Ryan var seinasti KÍ-ari á bóltinum. Við trýmálsleiðsluni var sigurin eisini í hús, og hóast KÍ kom til onkran málmøguleika afturat, komu ikki fleiri mál í stórsteypadystinum, sum sostatt endaði 3-0 til KÍ.

Í hinum báðum dystunum vann ÍVB 3-1 á heimavølli móti B36, meðan NSÍ vann 3-2 á Skála móti felagsliðnum hjá EB/Streymi og Skála.

NSÍ er framvegis á øðrum plássi í landskappingini, meðan ÍVB við sínum sigri í dag yvirhálar HB á triðja plássinum. Bólturin rullar longu aftur í Betri Deildini hjá kvinnum mikukvøldið, tá hittast somu lið aftur í einum útsettum umfari av landskappingini.

1
17
16
1
0
49
14
+35
49
2
15
5
6
4
29
25
+4
21
3
15
5
4
6
21
24
-3
19
4
16
4
5
7
28
27
+1
17
5
15
3
5
7
18
25
-7
14
6
16
3
1
12
12
42
-30
10

##ms##