Upptakt
Í Klaksvík eru teir nøgdir við tey fýra stigini, ið teir hava tryggjað sær aftaná tey bæði fyrstu leikumførini í landskappingini. Ósigurin í fjórðingsfinaluni í Løgmanssteypinum móti fuglfirðingum seinasta leygardag er farið í gloymibókina, og nú verður bara hugsað um landskappingina.
Tvey ivamál hjá KÍ
Hjálparvenjarin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen, sigur, at tað sær rímuligt út við fólkinum til dystin sunnudagin, men tó eru nøkur ivamál. Polski veteranurin Marek Wierbicki er ivasamur, tí hann hevur fingið ein lítlan skaða í lærið, og tað verður neyvan avgjørt fyrr enn sunnudagin, um hann er førur fyri at leika. Hinvegin er danin, Jacob Bymar, sum hevur verið uttan fyri við skaða, farin undir venjingina aftur, men tað er tó ivasamt, um hann verður við í hópinum sunnudagin. Jákup Mikkelsen sigur, at KÍ nú hevur tveir heimadystir á rað, og fáa teir fulla úrtøku burtur úr teimum, sær tað bara heilt gott út.
Ivi um liðskiparan hjá sundalagsmonnum
EB-Streymur fingu ein ordans umgang, tá ið teir vóru í Havn leygardagin og leiktu fjórðingsfinalu móti HB. Í 1-7 ósigrinum var sjónligt, at pólverjin, Andrej Pacek, manglaði í verjuni hjá EB-Streymi, men hann verður við aftur, nú leikbannið hjá honum er av. Tað er tó ivasamt, um liðskiparin hjá sundalagsmonnum, Jákup Martin Joensen, verður við, tí hann hevur ikki vant alla vikuna, tí hann hevur fingið ein skaða at dragast við.