KÍ kvinnur hava seinnapartin spælt seinasta landskappingardystin í ár. Fyri nøkrum vikum síðani var tað greitt, at KÍ hevði endurvunnið meistaraheitið fyri 12. ferð á rað, og í dag var seinasta umfarið í kappingini spælt.
KÍ vitjaði í Gundadali, har HB var mótstøðuliðið. KÍ vann tryggan 8-0 sigur, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 5-0.
Eftir dystin handaðu umboð fyri Fótbóltssambandið klaksvikskvinnum gullmerki og steyp.