KÍ stóð royndina, tá ið tað veruliga stóð á. Teir høvdu stóran tørv á øllum trimum stigunum fyri at beina kós teirra, og ikki minst at sleppa úr botninum. Hjá AB sá ilt út til at gerast verri, tí sera lítið skipað spæl var at finna.
KÍ setti skránna
Í byrjanini av dystinum var lítið skil at síggja á spælinum, men tað tóktist sum KÍ var uppsettari. Frá byrjan vóru nógvir nærdystir, og óskipaða spælið var við til, at nógvir luftdystir vóru at síggja.
Tá ið nakrir fáir minuttir vóru spældir, sást, at KÍ ætlaði at spæla álopsfótbólt. Spælið gekk skjótt frameftir vøllinum, og argjamenn høvdu til tíðir trupult at fylgja við. Eitt nú Gunnar Nielsen og Kristoffur Jakobsen høvdu nakrar naskar royndir móti málinum, men inn fór bólturin ikki. Hesa tíðina lá AB sera langt afturi á vøllinum, og Allan Mørkøre í álopinum hjá AB var óvanliga einsamallur, tá ið AB fekk vunnið sær bóltin.
AB royndi seg mest við mótálopum, men við einum einsamallum Allan Mørkøre standandi yvir fyri einari stinnari KÍ-verju, sum eisini hevði fingið sterka Kaj Ennigarð aftur eftir skaða, var so at kalla vónleyst.
Bragdaði
Góða byrjanin við høgu leikferðini hjá KÍ kundi tykjast at vera atvold til, at tað gjørdist longri millum álopini hjá KÍ. Men júst sum ein kundi sita og halda tað, bragdaði hjá KÍ.
Sum nakrar ferðir fyrr í dystinum varð væl uppspælt í høgru síðu hjá KÍ, og hesaferð kom eitt gott innlegg inn fyri málið. Har stóð Heðin á Lakjuni og stútaði móti málinum, men Magnus Poulsen í AB-málinum bjargaði. Bjargingin var tó ikki betri enn so, at hann misti bóltin aftur, og í áðru syftu var Heðin aftur fyrstur á bóltinum, og kundi leggja heimaliðið á odda 1-0 til stóra gleði fyri teir yvir 700 uppmøttu áskoðarunum.
Undan málinum hevði AB fyri fyrstu ferð havt okkurt uppspælt álop, og eina álopið kundi endað við frægari úrsliti. Fróði Clementsen fann hegnisliga unga og kvika Rógva Poulsen aftanfyri verjuna hjá KÍ, men var óheppin og sendi innleggið afturum málið.
Kókaði yvir
Seinni hálvleikur legði út við at sama spælið frá fyrra hálvleiki helt fram. Ivandi úrslitið førdi við sær, at harða spælið gjørdist enn harðari, og at menn í løtum gjørdist alt ov heitir.
AB otaði seg spakuliga longri fram á vøllin, og hetta mundi í nøkrum atløgum kostað argjamonnum í hinum endanum. Eina støðan mundi spáa iva um, hvat var veruleiki og ikki. Ein væl leikandi Kristoffur Jakobsen breyt ígjøgnum í vinstru síðu, setti tríggjar mans av og legði bóltin eftir jørð fyri føturnir á einum púra leysum Símuni Joensen, sum misnýtti á skammiligasta hátt frá stuttari fjarstøðu og tómum máli.
Dysturin nærkaðist endanum, og við fleiri stórum misnýttum møguleikum gjørdi KÍ tað eitt sindur óneyðuga trupult fyri seg sjálvar, og hetta kom til sjóndar móti endanum av dystinum, tá ið kókaði yvir hjá nøkrum leikarum. Øsingin fekk sína avleiðing hjá tí júst heimafturkomna Atla Danielsen, sum við sínum seinna gula korti varð rikin av vølli. Gula kortið fekk hann eftir at hava skumpað Allan Mørkøre, sum heldur lættliga lat seg smella í vøllin.
Allan Mørkøre fekk í yvirtíðini ein stóran møguleika at javna fyri AB, men tá ið skotið fór nakrar metrar við síðuna av málinum, má AB nú síggja KÍ sigla trý stig longri frá teimum, soleiðis at KÍ nú á áttanda plássi er fimm stig frammanfyri AB á níggjunda plássi í Formuladeildini.