KAF og Heilsuhjálparafelagið hava handað sáttmálakrøv

Sáttmálin partanna millum fevnir um heilsuhjálparar og heimahjálparar, ið virka á kommunala økinum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava í dag handað hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi í hølunum hjá Heilsuhjálparafelagnum.

Sáttmálin partanna millum, ið fór úr gildi 1. oktober 2019, fevnir um heilsuhjálparar og heimahjálparar, ið virka á kommunala økinum.

Partarnir fara nú hvør í sínum lagi at viðgera krøvini, og hava avtalað at hittast aftur 6. november 2019.