- KAF stuðulspedagogar hjá Philbrow

Tað mest óhoyrda – kanska er tað meiri tragikomiskt enn óhoyrt - er, at KAF ynskir at vera stuðulspedagogur hjá formanni, skrivar Torbjørn Jacobsen í dag

Yvirskriftin á greinini er rættað klokkan 12.20. Áður stóð, at Kommunufelagið stuðulspedagogar hjá Philbrow. Tað skal sjálvandi vera KAF - Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 

 

 

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, skrivar í dag eitt hvassorðað skriv, har hann leggur eftir Jógvan Philbrow, formanni í Pedagogfelagnum, eftir Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum og eftir Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum (KAF). 

 

 

Torbjørn Jacobsen skrivar, at Jógvan Philbrow bara kann takka einum einasta persóni í verðini fyri, at støðan er sum hon er, og tað er sær sjálvum. Hetta skrivið hjá borgarstjóranum í Runavíkar Kommunu kemur í kjalarvørrinum av útvarpssamrøðu í Kringvarpinum við Jógvan Philbrow í gjár, har formaðurin í Pedagogfelagnum heldur tað vera margháttiligt av Runavíkar Kommunu at afturhalda løn til pedagogarnar í jólamánaðinum. Men tað vil Torbjørn Jacobsen ikki hoyra talan um. Hann skrivar: 

 

- 13. desember er tað greitt, eisini fyri Jógvani, at KAF hevur gjørt hesa staðfestingina, eftir at Philbrow hevur lýst verkfall og KAF nakað seinri lýsti verkbann:  “Viðvíkjandi lønarútgjaldingum, eftirløn o.a. Starvsfólk, sum eru fevnd av verkfalli og verkbanni hava ikki rætt til løn frá kommununum. Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur tikið avgerð um, at starvsfólk (leiðarar, varaleiðarar, hjálparfólk og pedagogar), sum eru fatað av verkfallinum/verkbanninum skulu hava løn samsvarandi tíðina tey eru til arbeiðis.” Runavíkar kommuna avroknar lønirnar samsvarandi hesum beint fyri jól. Eftir tað kemur ein kunning, sum greitt bendir á, at Føroya Pedagogfelag liggur meiri ella minni í stjórnarloysi, og at formaðurin als ikki skilir, hvat ið krevst, fyri at vera annar parturin í einari ósemju á arbeiðsmarknaðinum, sum hevur havt verkfall og verkbann við sær. Tí seint seinrapartin hin 20. desember skrivar KAF m.a.: “Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur fyri løtu síðani avgjørt at rinda námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum eru rakt av verkbanni og verkfalli, fulla løn í desember. Orsøkin til hesa støðu er, at Pedagogfelagið ikki hevur umsitingarliga orku til at veita endurgjald til sínar limir í desember", skrivar Torbjørn Jacobsen. 

 

 

 

Kanska kenslulig atlit aftanfyri

Hann vísir á, at tað er hendan niðurstøðan frá 13. desember, sum Runavíkar Kommuna fyriheldur seg til, tí seinna útmeldingin frá KAF á ongan hátt broytir fyrru niðurstøðuna. 

 

 

- Meginreglan er knæsett. Klokkuklár. Ongin, sum er fevndur av verkfalli ella verkbanni, hevur rætt til løn frá kommununum. Hendan niðurstøðan fekk okkara fulla stuðul. At onnur atlit, kenslulig kanska, sum annars eru konfliktini fullkomuliga óviðkomandi, fáa nevndina fyri KAF at saðla um beint fyri jól, er eitt heilt annað mál. Tað mest óhoyrda – kanska er tað meiri tragikomiskt enn óhoyrt - er, at KAF ynskir at vera stuðulspedagogur hjá formanni Pedagogfelagsins í lønartrætuni, tí at hann ikki megnar at stjórna sínum felag, og ikki hevur umsitingarliga orku til annað enn at tveita limunum ein túsund krónu seðil til jólakeyp í Føroya Keypssamtøku, skrivar Torbjørn Jacobsen og heldur fram: 

 

 

- KAF snarar 180 stig, ger eina rættiliga metamorfosu, eftir einari viku, men broytir kortini ikki meginregluna – prinsippið. Tað fer ikki ein flís av prinsippinum. Jól, Kyndilsmessa, páskir, hvítusunna, ólavsvøka, heystfrítíð ella onnur ósaklig atlit hava onki sum helst við eina konflikt á arbeiðsmarknaðinum at gera. Vit hildu tí fast um avgerðina frá 13. desember. KAF hevur als ongar heimildir til at geva fráboðanir um útgjald úr kassanum hjá Runavíkar kommunu, og eg meti meg heldur ikki at hava hesa heimildina í hesum førinum. At læna fólki pening frá borgarum okkara. Runavíkar kommuna er ikki ein banki, men ein felagsstovnur hjá 4 túsund borgarum. Tí steðgaði lønin tann dagin fólk góvust at arbeiða. So einfalt er tað, skrivar hann. 

 

 

 

Ósannindi frá Jógvan Philbrow

 

Torbjørn Jacobsen heldur fram í lesarabrævið í dag við at vísa á, at útsagnirnar hjá formanninum í Pedagogfelagnum um, at námsfrøðingar í Runavíkar Kommunu ikki vistu um støðuna hjá borgarstjóranum viðvíkjandi lønini í desember, vóru skeivar. 

 

 

- Í rangsnúgvingini, fyri at flyta fokus frá sínum egna maktaloysi, roynir Philbrow seg við vantandi kunning. Hetta er heldur ikki rætt. Álitisfólk og onnur hava telefoniskt fingið at vita frá umsitingini, at onki nýtt var undir sólini Runavíkar kommunu viðvíkjandi, vit hildu fast við upprunaligu niðurstøðuna hjá KAF, og hon bleiv ikki broytt. Avgerðin var mín, og ábyrgdin liggur bara og øll sum hon er á mínum herðum, skrivar Torbjørn Jacobsen. 

 

 

 

- Tað eru tveir partar í eini ósemju sum hesari. Arbeiðsgevarin (kommunur og land) og fakfelagið, í hesum førinum Føroya Pedagogfelag. Slíkar ósemjur harðna dag frá degi hagartil ein semja fæst. Fari at heita á øll um at halda fokus í málinum, tvistinum ímillum tveir partar, sum í løtuni ikki eru samdir. At Jógvan Philbrow bønliga hevur heitt á mótpartin um at gjalda limum sínum løn, tí hann ikki megnar at organisera og skipa sítt egna felag so frægt, tað fái eg onki gjørt við, og í ringasta lagi hevur hetta – ella alrahelst - longt um verkfallið/verkbannið í ein mánað. Vónandi koma partarnir sum skjótast til eina semju, ið teir kunnu liva við, og sum ikki minst samfelagið eisini kann liva við, skrivar borgarstjórin í Runavíkar Kommunu.